Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Sami leistur til øll = ójavni

2022-08-08 09:59

At javnseta er júst tað øvuta: at laga viðurskiftini eftir ymiskleikunum.

Fáa kommunurnar heimild at rinda foreldrum, sum hava børn síni heima, kommunupartin av tí, stovnsplássið kostar, er tað í grundini bara tað sama sum ikki at gera fíggjarligan mismun millum tey, sum velja dagstovn, og tey, sum velja at vera heima hjá børnunum. Skulu foreldur velja hesa loysn, krevst, at ein onnur, rímiliga høg, inntøka er í familjuni. Stakir uppihaldarar hava tískil ikki henda valmøguleika, og heldur ikki foreldur, har hin parturin hevur lága inntøku.

Alt snýr seg tó ikki um pengar. Børn eins væl og vaksin eru ymisk og hava ymiskan tørv. Summi børn hava stóran sosialan tørv og frøast um at sleppa í vøggustovu ársgomul. Summi børn eru als ikki til reiðar so ung og hava best av at vera heima, til tey kunnu fara í barnagarð, ella longur. Hjá summum foreldrum er tað størsta eydnan at kunna vera heima hjá sínum smáu børnum, og hjá summum foreldrum kann tað elva til tunglyndi. Ikki allir bústaðir eru hóskandi karmur um at hava smábørn heima allan dagin.

Dagstovnar eru ymiskir, bæði viðvíkjandi starvsfólkahópi og karmum. Ein vøggustova við fáum, royndum starvsfólkum, sum arbeiða fulla tíð og eru í starvi í nógv ár, gevur heilt aðrar møguleikar fyri tilknýti hjá lítla barninum, enn ein stovnur við stórari útskifting av starvsfólki. Hóskandi karmar við smáum eindum og góðum plássi hava nógv at siga.

Hóast tað ”at vera heima sum longst” er gott hjá nógvum børnum, so er tað ikki gott fyri øll børn, líka lítið sum tað er tað besta hjá øllum foreldrum. Hvat meinast við ”sum longst” er somuleiðis ymiskt, alt eftir lyndi og umstøðum.

Málið um at lata foreldrum pening (kommunupartin) fyri at ansa børnum heima tekur ikki støði í barninum. Tað einasta, uppskotið ger, er, at kommunan javnsetur fíggjarliga tey foreldur, sum hava børn síni á kommunalum dagstovni, og tey sum ikki hava børn síni á kommunalum dagstovni. Og summar kommunur kunnu kanska bíða við at útbyggja dagstovnaøkið.

Um tað veruliga var meiningin at taka støði í barninum, so skuldu vit fingið eina skipan, sum loyvdi foreldrum – eisini støkum uppihaldarum – at velja, um tey vildu vera heima hjá børnum sínum longur, enn verandi barsilsskipan loyvir. Har er vert at hyggja at teirri skipan, sum er í Svøríki. Til at kunna seg um, hvussu svenska skipanin virkar, ber til at gugla ”föräldrapenning”.

Ein slík skipan gongur stutt sagt út upp á at leggja eitt tíðarskeið við foreldrafarloyvi aftrat barnsburðarfarloyvinum. Foreldrafarloyvið kundi verið ½ til 2 ár fyri hvørt barnið, og foreldrini skuldu sjálvi gjørt av, nær og hvussu tey brúktu hetta farloyvið: alt í einum ella býtt sundur (í tíðarskeið ella sum ískoyti til niðursetta arbeiðstíð), bæði foreldur samstundis, hvør sær ella bara annað. Eitt aldursmark fyri, nær foreldrafarloyvið skuldi verið brúkt, t.d. innan barnið fyllir 12 ár. Gjaldsskipanin kundi verið gjørd sum ein víðkan av barsilsgrunninum, og útgjaldið kundi svarað til dagpengar. Reglur skuldu verið fyri, nær arbeiðsgevarin hevur skyldu at loyva fult ella lutvíst foreldrafarloyvi.

Við eini skipan sum hesari hevði talan veruliga verið um eitt munagott stig til at bøta um korini hjá smábarnafamiljum og harvið hjá tí einstaka barninum. So høvdu (næstan) allar familjur havt valmøguleikan, nær barnið skal byrja á dagstovni, og um tað skal vera fulla ella partvísa tíð – alt eftir tørvinum hjá einstaka barninum og einstøku familjuni. Tástani verður talan um at javnseta børn og familjur og taka støði í barninum. Og heldur onkur hetta ljóða ov kostnaðarmikið, so er tað einki afturímóti at bøta um vansarnar av strongdum børnum og barnafamiljum.

Elin Henriksen