Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Samhaldsfesti við arbeiðstøk 1.mai

2020-05-01 17:12

Á hesum altjóða arbeiðaradegi vil eg dvølja eina løtu við tey, sum eru uttan arbeiði. Tey, sum ikki hava eitt arbeiði, at fara upp til hvønn morgun. Ikki fyribils, vegna korona, men tí tey veruliga eru arbeiðsleys, og nú óttast, at hetta verður soleiðis leingi. Nógv longri enn tey væntaðu og vónaðu tann dagin, tey komu í ALS.

Hendan 1. mai eru tey 217 kvinnur og 197 menn. Um stutta tíð nógv flei ri. Tí hjálparpakkarnir ikki eru nóg sterkir til at forða fyri hópin av uppsøgnum komandi tíðina í teimum vinnum, sum koronakreppan rakar serliga meint. Ferðavinnan fremst av hesum.

Hesi fólk, ið eru uttan arbeiði, hava mist útlitini til at fáa arbeiði innan stutta tíð. Tað verður sagt: Júmen, tey hava 17 500 kr í útgjaldi, tað er bert 2500 kr minni en hini í COVID19-skipanini. Men, hetta er ikki so. Tí teirra gjald er ikki sett í mun til tað inntøku, tey seinast høvdu, tá tey vóru í arbeiði. Men í mun til miðal inntøku eitt heilt ár aftur í tíðina. Ein stórur partur hevur tí nógv minni at liva av enn tað, sum skal til fyri at fáa endarnar at røkka saman anno 2020.

Tað allar mest órættvísa er, at tey verða mótroknaði fyri serligar halgidagar og fyri frítíðarløn. Hvør skal siga: Nú tú ert arbeiðsleys, tørvar tær ikki ordeliga hesar eyka pengarnar at ferðast fyri.

Tað var og er sera gott, at vit hava fingið eina COVID19 serskipan, sum skjótt og væl loftar starvsfólki, ið annars høvdu verið uppsøgd. Og tað hevði verið enn betri, um lønarendurgjaldið var fult fyri øll. Men tað er slett ikki í lagið, at so stórur mismunur verður gjørdur móti teimum, sum eru uttan arbeiði. Teimum, sum ALS-skipanin fyrst og fremst er ætlað. Eitt uppskot frá landsstýrismanninum um at hækka útgjaldið til tey, sum eru uttan arbeiði, og sum hann legði fyri tingið áðrenn korona broytti alt, hevur hann nú tikið aftur. Hví? At tryggja arbeiðstøkum eitt útgjald, sum til ber at liva fyri, er ikki tað, sum leggur ovurtrýst á ALSkassan.

Eg finni einki argument fyri, at tá ALS-skipanin nú varð broytt, at tey, ið eru allar ringast fyri - tí tey einki arbeiði hava - vórðu sett eftir. Broytingar verða gjørdar í ALS-lógini, við góðkenning frá ALS-stýrinum, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru umboðaði. Vónandi vilja partarnir arbeiða fyri, at rætta henda skeivleika - og fáa landsstýrismannin at lurta.

Samhaldsfesti hevur nógv andlit. Í mínum huga eru tað tey, sum hava størstan tørv, ið eiga at fáa fremstu hjálpina. 

Góðan 1. mai øll somul!