Samgongan skapar álit og arbeiðspláss!

2013-01-08 05:55

Tað heldur andstøðan harafturímóti ikki. Hon sigur í minnilutauppskotinum til fíggjarlógina fyri 2013, at “samgongan skapar misálit og ótryggleika.” At fíggjarpolitkkurin ger kreppuna verri, minkar um “álitið og optimismuna, sum er neyðug í einum og hvørjum samfelag.” Andstøðan grundgevur við tølunum hjá Landsbankanum, ið siga, at nýtslukvotan fyri 2012 er 84%, samanborið við 86% í 2011.

Bjartskygni

Tað er eingin loyna, at nýtslan er tengd at optimismu. Eru fólk bjartskygd, brúka tey pengar. Eru fólk bangin, brúka tey ongar pengar. Hesum hevur andstøðan rætt í. Tískil er tað ikki sørt undranarsamt, at andstøðan gevur samgonguni skyldina fyri, at nýtslukvotan lækkar við 2%, tí hon hevur ikki gjørt annað í tólv mánaðir enn at sáa iva og mistreysti í Føroyum. Tað er ikki ein vika síðani, at Høgni Hoydal hevði ein tjekk lista yvir, hvat samgongan hevði gjørt. Hann nevndi millum annað, at:

- sosialt leiðir samgongan Føryar aftur í gamla stættarsamfelagið

- vinnuliga leiðir samgongan Føroyar aftur til feudalsamfelagið

Tað skapar ikki álit. Heldur ikki treysti.

Fleiri arbeiðspláss

Fyri tveimum vikum síðani viðgjørdi løgtingið uppskot frá andstøðuni um, har heildarætlan skuldi gerast fyri, hvussu vit basa ungdóms- og langtíðararbeiðsloysinum í Føroyum. Tey vildu vera við, at vit ikki høvdu neyvu tølini fyri arbeiðsloysið, tí summi fólk komu undir tað, sum andstøðan nevnir skuggatøl. Um somu tíð, sum uppskotið var viðgjørt, boðaði Hagstovan frá, at arbeiðsloysið lækkaði úr 5,1% niður í 5%. Samgongan fegnaðist um tølini, tí flatskatturin hevur havt við sær, at arbeiðsloysið er lækka við 1%, síðani hon tók við í fjør. Gleddist um 385 nýggju arbeiðsplássini.

Hetta dámar andstøðuni ikki.

Inntøkurnar vaksa

Tað sigur seg sjálvt. Tá arbeiðsloysið lækkar, verða fleiri arbeiðspláss skapt. Um vit hyggja at tølunum, er talan um 385 fleiri løntakarar. Í krónum og oyrum er lønarvøksturin hjá føroysku húsarhaldunum øktur við 305 mió. kr. í 2012, samanborið við 2011.

Hetta ásannar andstøðan eisini, men hon velur ístaðin at seta sjóneykuna á MVGið, sum fyrstu 11 mánaðirnir øktist við 40 mió. kr. Tað er minni, enn samgongan væntaði, men tað skal viðmerkjast, at jólamánaðurin er ikki íroknaður. Tá nýtsla og MVG eru tengd at hvørjum øðrum, og nýtslukvotan er lækkað við 2%, er orsøkin tann, at samgongan skapar “misálit og ótryggleika.”

Vit kunnu verða samd um, at útsøgnirnar hjá Høgni Hoydal ikki skapa álit. Heldur ikki tryggleika. Sama er galdandi fyri uppskotið hjá andstøðuni um, hvussu vit basa langtíðararbeiðsloysinum, tá fleiri og fleiri fáa arbeiði.

Hugleiða um fiktivar pengar

Ístaðin loyvir andstøðan sær at hugleiða í minnilutaálitinum:

“Var nýtslan vanlig – tvs 95% av tøku inntøkuni –“ ístaðin fyri 84% í 2012, hevði privata nýtslan vaksið við “1001 mió. kr… Tá umleið 30% av privatu nýtsluni kemur inn sum inntøkur til landið, høvdu landsins inntøkur verið øktar við 300,3 mió kr.”

Hetta er tann reini heilaspuni. Gævi at nýtslan var 95% av tøku inntøkuni, men vit mugu ikki gloyma, at vit eru partur av heimssamfelagnum. Vit eru miðskeiðis í svárastu kreppuni í nýggjari tíð, og tað sigur seg sjálvt, at fólk aftra seg at brúka pengar. Bæði í Føroyum og í útlondum. Tískil er tað púrasta burtur við, tá andstøðan tekur hesa fiktivu 300,3 mió. kr. og uppáheldur, at greitt yvirskot hevði verið á fíggjarlógini, “um vit høvdu eina leiðslu í landinum, ið megnaði at skapa álit og tryggleika í staðin fyri misálit og ótta.”

Framtíðin er bjørt

Samgongan roynir at skapa álit. Tryggleika. Vit royna at vísa á, at lønarvøksturin øktist við 305 mió. kr í 2012. At 385 nýggj arbeiðpláss eru skapt í 2012. At arbeiðsloysið lækkaði úr 6,1% niður í 5%. At undirskotið á fíggjarlógini minkar við 135,9 mió. kr.

Harafturat vísa nýggjastu metingarnar hjá fíggjamálaráðnum, at skattainntøkurnar verða millum 10 og 20 mió. kr. hægri, enn mett var í fíggjarlógini. Tað skal viðmerkjast, at talan er um landsskatt, sum vanligi borgarin rindar í A-inntøku. Sostatt fylgja øktu skattainntøkurnar neyvt saman við lønarvøkstrinum og nýggju arbeiðsplássunum.

Tað er eingin loyna, at arbeiði og nýtsla eru tengd at hvørjum øðrum. At arbeiðspláss og optimisma fylgjast hond í hond. Hava fólk arbeiði, brúka tey pengar. Hava tey einki arbeiði, brúka tey ongar pengar. Tískil er tað at gleðast um, at andstøðan nevnir optimismu, tí framtíðin er bjørt.

Spurningurin er, um andstøðan framhaldandi ætlar at skapa misálit og ótryggleika, ella um tey framyvir vilja skapa treysti og tryggleika saman við samgonguni.

Livst so spyrst!

Hanus Samró, løgtingsmaður fyri fólkaflokkin