Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Sambandsflokkurin vil seriøsan politikk í Ríkisfelagsskapinum

2019-05-14 15:32
Ríkisfelagsskapur - 

Allir loysingarflokkar í Føroyum hava sum høvuðsmál um at fara á Fólkating fyri at fremja fullveldisdreymin, sjálvt um henda politiska avgerð skal takast í Føroyum í Løgtinginum - teirra populistiska loysn er loysing.

Vil tú hava umboðan á Fólkating, sum bara hevur eitt aðalmál og tað er at niðurbróta Ríkisfelagskapin og allar teir fyrimunir vit sum fólk og land hava við honum - ja, so er bara eitt at gera - vel ein loysingarflokk!

Vil tú bara óseriøst spilla tína atkvøðu, so er t.d. Sjálvstýrisflokkurin eitt upplagt alternativ.

Populistiska og einfalda loysnin hjá loysingarflokkunum er skjótt at kuta sambandið við Ríkisfelagsskapin og tá gerst alt bara betri - størri mentalt og kensluligt frælsi. Men hetta skal gerast uttan t.d. eitt einasta boð uppá, hvar pengarnir skulu koma frá at fylla í stóra tóma fíggjarlógarholið eftir eina loysing.

Hvør skal gjalda prísin fyri loysingina - tað verður skattgjaldarin, vinnan og tey veiku í samfelagnum.

Velur tú hinvegin samstarv og menning av okkara landi og bestu møguleikar fyri okkara fólk og vinnnulív, so er valið einfalt.

Sambandsflokkurin er tín flokkur, sum tryggjar okkara framhaldandi Ríkisfelagskap og vil ábyrgdarfullur, sum altið, umboða tíni og landsins áhugamál á Fólktingi.

Vit vilja, at tú sum borgari fær bestu kor, og fær allan tann fleksibilitet, møguleikar og tryggleika, sum Ríkisfelagskapurin stendur fyri - á enskum nevnt "flexisecurity".

Sambandsflokkurin vil seriøsan politikk, har verulig úrslit spyrjast burturúr - landi og føroyingum at gagni.

Tí er umráðandi, at vit fáa júst tína atkvøðu tann 5. juni.

Johan Dahl

valevni hjá Sambandsflokkinum til Fólkatingið

RN