Sambandið tráar eftir Javnaðinum!

2019-05-15 13:15

Tað er altíð løgið at síggja, hvussu javnaðarsinnaður borgarligi vongurin brádliga gerst undan vali.  Sosialpolitisk mál verða hálovað sum aðalmál og søgulig, verkafólkið fær nýggjar borgarligar frelsarar, og nú eisini skal náttúran bjargast, tó harraboðini frá teimum vælbjargaðu teska teimum mótsatt! 

Nýggjasta dømið er, at umboð fyri Sambandsflokkin fiska eftir javnaðarstemmum til fólkatingsvalið grundað á, at sambandsstemman er í tráð við ond Peter Mohr Dams. Tað kundi ikki verið meiri fjart frá veruleikanum. Samríkjaflokkur er Javnaðarflokkurin, men sjálvræði vilja okur, og tað vildi Peter Mohr Dam eisini, og ondin livir enn við Javnaðarflokkinum á danatingi.

Hvørja sannføring einstaki javnaðarveljarin hevur viðvíkjandi samband og loysing, hevur líka nógv at gera við fólkatingssessin, sum kommunusamanlegging hevur, tí hetta skal til eina fólkaatkvøðu, har føroyingar avgera. Somuleiðis viðvíkur sannføring Sjúrðar um loysing valla, hvussu hann røkir fólkatingssessin. Sjón fyri søgn eru hansara avrik.

 

Det smukkeste blad i Danmarks Historie

Segði P.M. Dam um Heimastýrislógina, sum er grundarlagið undir sjálvræði okra, og hvat? Hetta vildi Sambandsflokkurin ikki vita av. Tað sama er galdandi fyri eina ørgrynnu av sosialum málum, har sambandið varð togað við av Javnaðarflokkinum. Eitt tað minni vakra blað í søgu Sambandsfloksins er Georg L. Samulesen, sum tók undir við pensjónsskipanini, og bleiv tveittur fyri borð. Ørkymlandi og dapurt, at sambandið fiskar so fjart frá egnum leiðum, og ger tað ósiðiliga við at reingja søguna til egnan fyrimun!

 

Samstarvið talar fyri seg

Men so ofta hevur Javnaðarflokkurin togað og barst við Sambandsflokkin, sum so er vanligt í politikki, og hóast alt hava samstarvað væl og leingi um fleiri mál. Sjálvt um stríðið hevur verið hart fyri mál verkafólksins og teimum eldru, so hevur tað eydnast Sambandsflokkinum at stuðlað javnaðarpolitikkinum. Ístaðin fyri at reingja um søguna til sovorðið skitið spæl, so hevði verið betri at sambandið loysti sum nikkudukka Fólkafloksins.

Nei, ondina hjá Peteri Mohr Dam virða okur við at velja Javnaðarflokkin, ikki smáborgarligar flokkar, sum mugu rekast í sosialpolitiska rætt!

 

Jens Arni Leo Hammerfoss, formaður fyri Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag