Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Samanhald, samhaldsfesti og stríðsandi - fyrsta maidagsrøða 2021

2021-05-01 19:21

Góðu verkafólk, góðu verkakvinnur og góðu verkamenn.

Góðu føroyingar.

Fyrsti mai er altjóða arbeiðaradagur. Dagurin, har vit á hvørjum ári minna á, at samanhald, samhaldsfesti og stríðsandi kunnu loysa sjálvt tær størstu avbjóðingarnar, vinna á ringasta órættvísinum - í samfelagnum og á arbeiðsmarknaðinum.

Samanhald, samhaldsfesti og stríðsandi skapa eisini nýggjar møguleikar fyri felagsskapin og fyri einstaklingin.

Síðani fyrstu fakfeløgini vórðu stovnað fyrst í 1900-talinum eru stór framstig gjørd. Tøkk fái fakfelagsrørslan í Føroyum fyri tað!

Í dag fagna vit arbeiðarum, røktarstarvsfólki, flakafólki, sjófólki, handilsfólki, reingerðarfólki, goymslustarvsfólki, køksfólki, námsfrøðingum, listafólki, lærarum, hjálparum, læknum, fyrisitarum – ja vit fagna øllum, sum hvør á sín hátt arbeiða og leggja sítt íkast afturat felagsskapinum. Og vit minna á, at standa saman um, at rætta virðið skal verða sett á tað arbeiðið, sum verður útinnt. Har eru vit ikki komin á mál.

Hetta seinasta árið hevur prógvað, at hetjurnar á frontlinjuni hava uppiborið meira, enn tey mongu rósandi orðini. Og eg havi stórt álit á, at føroyska fakfelagsrørslan fer at taka tað stríðið í felag, og at hon fer at vinna tað.

Fagna vunnar sigrar og seta út í kortið
Fyrsti mai er altjóða stríðsdagur eins væl og altjóða veitsludagur. Vit fagna vunnar sigrar – og seta út í kortið.

Vit kunnu ikki endurtaka tað nóg ofta – at einki kemur av sær sjálvum. Vælferðarsamfelagið og vælferðarskipanir okkara eru ikki náttúrulógir, sum eru dotnar av himli, og sum virka av sær sjálvum.

Handan øll tey rættindi, sum vit í dag taka fyri givið: til dømis eina mannsømiliga tímaløn, vikuløn, mánaðarløn, líka løn, eftirløn og arbeiðsloysisløn, til frítíð, til útbúgving og tryggleika í arbeiðslívi og í gerandisdegi, handan øll hesi rættindi liggur eitt hart stríð, har verkamannafeløgini hava tikið síni tørn. Millum annað Havnar Arbeiðarafelag, sum skipar fyri hesum hátíðarhaldi í dag – saman við fjøldini av fakfeløgum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Eitt hart og áhaldandi stríð.

Hart vunnin rættindi og semjur millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum
Tað eru ikki gávumildir politikarar ella hjartagóðir einstaklingar, sum hava tryggjað verkafjøldini síni rættindi.

Tey eru vunnin í hørðum, konstruktivum, klókum og áhaldandi stríði. Og hesi stríð hava sett síni spor í politisku skipanini eisini – tíbetur. Tey flestu av rættindunum eru staðfest í lóggávu á Løgtingi, sum vit í mongum førum kunnu vera errin av. Ella í sáttmálum millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sum verða gjørdir á hvørjum ári.

Og tað er styrkin og seiggið í arbeiðmarknaðarskipan okkara, at hon byggir á samráðingar millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum á hvørjum ári. Eingin partur sleppur at hvíla á sigrinum, semjan skal alla tíðina røkjast, forbetrast og stillast.

Við hvørt er neyðugt at verkafjøldin fer í verkfall, so at javnvágin aftur fæst á beint. Og at kumpassin verður rættað.

Kumpassin skal altíð peika móti einum samhaldsføstum vælferðarsamfelag, har ójavni og órættur verður fyribyrgdur og fyribeindur. Har ójavni og órættur verður fyribyrgdur og fyribeindur - millum stættir, millum menn og kvinnur, millum føroyingar og tilflytarar millum gomul og ung.

Standa vit saman við fakfelagsrørsluni um hetta stavnhald, tá verða vit sterk sum land og fólk.

Tað standa stríð fyri framman
Og her standa stór og týðandi stríð fyri framman. Vit síggja, at gjógvin millum rík og fátøk veksur við risahøgari ferð í heiminum – og sostatt eisini í Føroyum. Altjóðagerðin bjóðar av, og hon bjóðar eisini arbeiðsmarkaðarskipanum, vinnulívsskipanum og vælferðarskipanum okkara av.

Stríðið um rættin til tilfeingið tosar sítt týðiliga mál. Hvat skal hesin rættur at gagnnýta føroyska tilfeingið kosta og kasta av sær? Og neyvan er seinasta orðið sagt í hesum máli, um føroyska vælferðarsamfelagnum skal verða lív lagað í framtíðini.

Eisini her havi eg stórt álit á, at fakfeløgini fara at tryggja, at ríkidømi Føroya kemur øllum føroyingum til góðar.

Umsorgararøkini halta aftaná
Hóast lønarhækkingar eins og búskaparvøkstur hevur verið seinnu árini, so er eingin ivi um, at tað sum arbeiðarafjøldin og fjøldin á umsorgarøkinum stendur eftir við, er ein strævnari arbeiðsdagur, og at minni og minni fæst fyri lønina. Hjá nógvum sæst búskaparvøksturin ikki aftur. Tvørturímóti er tað vorðið strævnari hjá hesum at fáa endarnar at røkka saman – at seta búgv, og at fáa arbeiðslív og familjulív at ganga upp. Búskaparvøksturin hevur breiðkað gjónna millum stættirnar.

So eisini her verða boð eftir einari sterkari fakfelagsrørslu. Sum kann stilla politikararnar til svars.

Niðurstøðan er, at hvørki stættarstríðið ella kvinnustríðið er av.

Fyrsti mai er altjóða stríðsdagur eins væl og altjóða veitsludagur.

Hvør tíð skapar sínar vinnarar og taparar. Hvør tíð skapar nýggjan ójavna og nýggj vandamál. Hvør tíð krevur nýggj stríð og nýggjar loysnir.

Vit síggja, at verkafjøldin í dag verður slitin av heilt øðrum orsøkum enn fyrr.

Vit hoyra, at verkafeløgini seta orð á ótolandi arbeiðsumstøður - ikki minst innan stóru og samfelagsberandi umsorganarfakini, sum fyri ein stóran part verða borin av kvinnum.

Nú má og skal politiska skipanin lurta eftir og handla. Og eg vóni at verkafeløgini fara at vinna týdningarmiklar sigrar, tá ið tað snýr seg um júst arbeiðsviðurskifti, arbeiðskor og løn innan umsorgararøkini.

Líkaløn. Jamen hava ikki tað? – spyrt tú kanska. Tann beiski veruleikin vísir, at til dømis í juni mánaði í 2020 tjentu menn á føroyska arbeiðsmarknaðinum tilsamans 200 milliónir krónur meira um mánaðin enn kvinnur. Menn tjentu 520 milliónir kr. í juni 2020, og kvinnur tjentu 320 milliónir kr. Í 2014 var hesin munurin minni - 140 milliónir krónur um mánaðin, so tað gongur skeiva vegin.

Kvinnur og niðursett tíð
Tað eru á leið líka nógvar kvinnur á arbeiðsmarknaðinum sum menn – og ja, nógvar arbeiða niðursetta tíð.

Men hví gera tær tað? Ikki bara tí at tær ynskja tað, men av teirri einføldu grund, at størvini, í høvuðsheitum kvinnustørvini, øgiliga ofta bara verða boðin út sum parttíðarstørv. Harafturat er arbeiðsbyrðan innan eldrarøktina, á barna- ungdómsøkinum og á umsorganarøkinum so stór nú, at tað eru fá, sum megna at hava ein fullan arbeiðsdag. Tá er okkurt rívandi galið.

Heilsuhjálparafelagið, Heilsurøktarafelagið, Pedagogfelagið eins og Sjúkrarøktarfrøðifelagið og onnur við hava víst á hesa skeivu gongd í mong ár. Í mong ár hava tey eftirlýst, at virðið og virðingin hækkar, eins og at fleiri mugu verða útbúgvin innan hesi fak. Og fyrradagin fingu vit staðfest í stórari kanning, at tað er risastórt trot á arbeiðsmegi innan øll hesi fak.

Vanliga hevur stórur eftirspurningur og lítið útboð ta avleiðing, at prísurin veksur. Hvussu man tað bera til, at tað ikki hendir innan hesi stóru starvsøki, har flest kvinnur arbeiða?

Vit skulu gera okkum púra greitt, at bæði tann privati geirin eins og tann almenni geirin í Føroyum eru púrasta tengd at, at umsorgananarøkini virka væl. Tað er fyritreytin fyri tí fleksibiliteti á arbeiðsmarknaðinum, sum vit eru errin av, og sum kastar so nógv av sær.

Lægri løntar kvinnur í frontlinjuni – fáa uml. 200 milliónir minni í løn um mánaðin
Koronakreppan vísti okkum púra klárt, at í frontlinjuni, har sum hond skal takast um okkara mest útsettu borgarar, har starvast næstan bara kvinnur. Og høvdu tær ikki verið so djarvar og arbeiðssamar, so Føroyar ikki so væl burturúr koronakreppuni, sum vit faktiskt komu. Tær vera ofta nevndar í politiskum takkarrøðum. Men tøkkin sæst ikki aftur á lønarkontuni.

Sum bispur Jógvan Fríðriksson speiskliga tók til: “Tað tykist sum um, at tess nærri fólk starvast menniskjum, tess lægri er lønin”.

Tað eru hesar kvinnur, sum tilsamans fáa uml. 200 milliónir krónur minni í løn um mánaðin samanborið við menn.

Sjukrarøktarfrøðingar, heilsuhálparar, heilsurøktarar, námsfrøðingar, hjálparfólk, og vaski- og reingerðarfólk. Og so ikki at gloyma flakafólkini og fólkini við kassan.

Hetta eru alt starvsfólkabólkar, sum eru lívsneyðugir fyri, at vælferðarsamfelag okkara virkar. Og tað eru hesar, sum ikki fáa ein fullan arbeiðsdag, tí tað er ov strævið – ella tí tað ikki ber til at leggja eitt vaktarskema, sum tryggjar fulla tíð.

Lat okkum standa saman um at lyfta hesar starvsfólkabólkar upp nú, so at lønargloppið millum kvinnur og menn minkar, og so at arbeiðsumstøðurnar verða virðiligar.

Ein góð byrjan kundi verið, at politiska skipanin stytti lógarásettu arbeiðsvikuna uttan at minka lønina. Soleiðis kundu fleiri fingið skundmikla gerandisdagin at gingið upp. Og soleiðis høvdu tey, sum arbeiða niðursetta tíð, verið tættari fullum brøki. Hetta hevði verið ein stórur bati hjá mongum í teimum týðandi umsorganarstørvum.

Við hesum orðum takki eg fyri álitið og áheitanina at flyta fram røðu á hesum 1. maidegi í 2021. Tøkk til Havnar Arbeiðarafelag. Tøkk til Havnar Hornorkestur, sum við ósvikaligum trúfesti setur dám á dagin. Og tøkk til alla føroysku arbeiðsfjøldina fyri tøkini, tit tóku, og framvegis taka.

Góðan fyrsta mai. Góðan altjóða arbeiðaradag.

Helena Dam á Neystabø