Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Saman í felag í senn

2020-03-20 14:10

Virðingin fyri starvsfólkunum á eldraøkinum kundi ikki verið størri enn hon er júst nú. Tað er heilt ótrúliga rørandi og lívsjáttandi at síggja hvussu starvsfólkini innan eldraøkið hava traðkað í karakter hesa seinastu tíðina.

Hóast øll onnur í mest møguligan mun, skulu halda seg innandura, so eru starvsfólkini á eldraøkinum enn meiri til arbeiðis nú Covid-19 herjar.

Átøkini ið VEKS hevur gjørt, hava havt við sær skfitandi arbeiðstíðir, nógvar broytingar og munandi tyngri arbeiðsdagar.

Tit starvsfólk gera tykkara arbeiði fantastiska væl og eiga stóra tøkk og stórt rós uppiborðið.

Somuleiðis skal ein tøkk eisini berast teimum 78 sum arbeiða á barnaansingarøkinum, og sum hava bjóðað seg fram til at traðka til innan eldraøkið, um hetta gerst neyðugt.

Tað er umráðandi at vit lyfta í felag

Jógvan í Skorini
Stýrisformaður í VEKS