Sálarligur harðskapur skal javnsetast!

2019-07-22 14:28

Ársfrágreiðingin 2018 frá Kvinnuhúsinum vísur okum nøkur ræðandi tøl. Heili 370 mál snúði seg um sálarligan harðskap, meðan likamligur harðskapur taldi 169. Harafturat vita okur, at nógv mál ongantíð verða fráboðað. Vanlukkuliga støðan er, at sálarligur harðskapur er uttanfyri lógina.

Kvinnuhúsið ger eitt megnar arbeiði, og hetta mugu okur framhaldandi stuðla. Men høgu tølini fyri sálarligan harðskap, vísa okum, at her má meira og annað til enn stuðul. Lógin má broytast! Tí avleiðingin av sálarligum harðskapi er í ringasta føri oyðiløgd sálarheilsa og familjulív.

Í Danmark í ár varð ein lóg samtykt, ið javnsetur sálarligan harðskap við likamligan, soleiðis at hesar fráboðanir kunnu meldast, og at álvarsama støðan, sum hesar kvinnur og hesi børn koma í verður tikin í álvara. Okur eiga at hava líknandi lóg í Føroyum, og tað vil jeg arbeiða fyri!

Flestu kvinnurnar eru frá 20 til 49 ár og hava børn millum aldurin 3 til 14 ár. Okur kunnu ímyndað okum, hvørja ávirkan hesin harðskapur kann hava á kvinnurnar og børnini..

Lógin má broytast, soleiðis at tey, sum fremja harðskapin, kunnu revsast. Bara soleiðis verða tey 370 málini um sálarligan harðskap tikin í álvara.

Jeg vóni at allir flokkar takast undir við einum slíkum lógaruppskoti. Fyri meg sum sosial-demokratur er hetta ein hornasteinur í hugsjónini: at javnseta kynini, men somuleiðis eisini at verja og rætta skeivleikar á fleiri ymiskum økjum í samfelagnum. Valla krevur tað nógv meiri hóvasták enn, at okur brúka donsku lógina sum útgangsstøði fyri eini føroyskari lóg.

Men hetta má gerast nú og tað beinanvegin! Verið jeg valdur á ting, farið jeg beint undir at javnseta sálarliga harðskap við tann likamliga.


Jens Arni Leo Hammerfoss, valevni Javnaðarfloksins