Sálarheilsa fyri øll

2019-08-28 17:51

Nógv hevur verið tosað um sálarhjálp til børn og ung, gamaní, men ein stórur bólkur av fólki millum 18 og 60 ár verða umlopin. Tað er ikki rætt og ei heldur sømiligt fyri okra borgarar.

Eftir at hava hoyrt fleiri úttala seg um hetta í almenna rúminum, og somuleiðis við meg persónliga, má ásannast, at støðan er verri, enn jeg dugdi at ímynda mær.


Avlasting, røkt og endurvenjing fyri vaksin við sálarsjúku er als ikki nøktandi. Avvarðandi kenna seg slept upp á fjall, tá tey mugu taka sær av tí sálarsjúka. Hjálpin er ikki nøktandi, tá ið tey verða útskrivað. Eitt dømi var, at viðkomandi fekk sína sjúku staðfesta og varð síðani útskrivaður. Viðkomandi endaði við tunglyndi, har ábyrgdin av røkt varð løgd á tey avvarðandi.


Uppraðfesting

Týdningarmikið er, at okur hækka støðið og játtanina til psykiatriska økið í heilsuverkinum fyri at viðgera og lofta hesum fólkum, tá ið teimum tørvar tað. Somuleiðis, at røkt og endurvenjing verður givin, tá ið tey eru útskrivað, so tey fáa ta hjálp, teimum tørva, til eitt betri lív.


Til síðst vil jeg nevna, at okur vilja javnseta sálarsjúku við aðra sjúku og víðka um tilboðið til sálarsjúk.

Javnaðarflokkurin vil raðfesta heilsuøkið hægri, og sum liður í tí vil jeg arbeiða fyri, at sálarheilsuøkið í Føroyum verður tillagað tørvin hjá tí sálarsjúka.


Jens Arni Leo Hammerfoss, valevni Javnaðarfloksins