Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Rumenar á loftinum

2019-08-05 13:42

“Rumenar á loftinum” er sigandi heitið á kanning um óskipað viðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum 13 fakfeløg í vetur heittu á Liljuna Weihe um at standa fyri.

Í kanningini, sum varð løgd fram í Smæruni fyrrapartin í dag, hevur Liljan Weihe serliga hugsavnað seg um støðuna í byggi-, og hotel-/matstovuvinnuni, sum brúka nógva útlendska arbeiðsmegi.

Tað skal beinanvegin sigast, at hóast undirritaða hevur ikki havt stundir til at nærlesa kanningina enn, so var høvuðsniðurstøðan yvirskipað góð: At tað eru ongi tekin um, at ólóglig arbeiðsmegi er í Føroyum og heldur ikki ólóglig lønardumping. At útlendingar, sum fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum fáa sáttmálaløn, ofta eru skipaðir í fakfelag, hava bústað og onkur arbeiðsgevari rindar ferð heim at vitja familjuna av og á. Her vórðu stóru byggifyritøkurnar og hotelsamtøkini nevnd. Og tað skulu vit fegnast um.

Men dømi eru tíverri eisini um tað mótsatta. At mann viðfer menniskju ómenniskjaliga. Og hetta eru dømini, ið vit sum politisk skipan, saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, mugu reagera uppá beinanvegin, nú vit hava fingið tað innlit, sum so leingi hevur verið eftirlýst. Og takk fyri tað til tey fakfeløg, sum hava bílagt hesa tiltrongdu kanning.

Ein av ræðusøgunum snúði seg um tíggjutals rumenar, sum húsast í serstakliga óvirðiligum umstøðum úti við Skansan í Havn. Okursleiga, fuktur og trekkur, pappveggir millum eitt ótal av kørmum og dømi um menniskju, sum eru stúvað saman uppi undir vaðingini í einum ventialtiónsrúmi. Slíkt hoyrir ongastaðni heima!

Eisini verður víst á viðurskifti hjá smærri hotel- og matstovufyritøkum, har rættindi og skyldur ofta eru ógreið og arbeiðsviðurskiftini alt annað enn góð.

Millum niðurstøðurnar í kanningini sæst, at vit eiga at bøta um kunningina um rættindi og skyldur, bæði til útlendingar og til ung og óroynd í matstovuvinnuni.

Tað hevur skund at skipa útlendingaøkið, sum er alt ov óskipað í løtuni.

Eisini eiga vit at hava eftirlit við útbúgvingarstøðinum hjá útlendsku arbeiðsmegini, so tey kunnu fáa røttu lønina, og ikki bert minstuløn sum nú.

Men tað, sum veruliga hevur bráskund, er at fara miðvíst í hernað móti teimum rotnu eplunum, sum bjóða útlendingum hendanvegin og stúva teir saman í ruinum, sum tey taka okursleigu fyri. Eitt ræðandi dømi er um teir tríggjar rumenarnar, sum búgva saman á 12 fermetrum fyri 6.000 kr. um mánaðin. Hetta er baksíðan av medaljuni, nú framgongdin í samfelagnum skapar hópeftirspurning eftir arbeiðsmegi og hóskandi bústøðum. Og hetta mugu vit taka í størsta álvara!

Rigmor Dam,
Javnaðarflokkurin