Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Royking - eitt elitert fornoyilsi

2019-08-06 11:19

- Apropos lýsingar hava kassadamurnar í matvøruhandlum, sum liður í hesum systematiska happingarátaki ímóti roykjandi fólki, fingið eitt lyklatyssi mestsum átøkt tí hjá einum bloody fangavørði – tú veitst, aftur, fyri líkasum at gera tað, at biðja um ein pakka Prince, til nakað nokkso brotsligt og ófrættakent.

- Eg meini, ongin roykjari roykir, tí tað er sunt. Teir roykja, tí teir hava hug til tað - tí tað følist væl. Og tað skal vanligi borgarin hava loyvi til; hvat so aftur merkir, at tit í Fólkaheilsuráðnum annaðhvørt avtaka tykkum sjálvi ella finna okkurt annað at gera!

Agga Niclasen: meining@meyl.fo

Heilt aftur til 70ini hevur royking verið fyri statsligum uppíblandi.
Kríggið ímóti royking hevur mestsum fungerað sum skapelón fyri statsins betrivitandi óvana at leggja seg út í okkara lívsstíl og avgerðir "fyri okkara egna besta".

Hesi fólkini skilja bara ikki heilt, at vit vilja ikki hava nakran annan at taka avgerð um, hvat er best fyri teg og meg, tí hóast tað er kropsliga ósunt, kanna vit okkum rættin til at gera av við okkum í frið og náðum.
Og tað sum einaferð varð gjørt ímóti sigarettum, verður nú gjørt ímóti alkoholi og junk food.

Hesi seinastu 40 árini er almenni roykipolitikkurin farin frá at kunna okkum um vandarnar við royking, til at áseta ikki-roykingar øki og beint út noyða trøllvaksin menniskju, sjálvt hasi, ið ikki ynskja at halda uppat, at halda uppat.
Í hesum sekvensi er almenni roykipolitikkurin farin frá at góðtaka fólksins rætt til persónligt val, harímillum at roykja, soleingi sum tú ikki ert til ampa fyri onnur, til nú at skíta á og, av tí sama, forkoma hesum rætti.

At byrja við var staturin fyrst og fremst áhugaður í, at fólkið skuldi fáa nøktandi upplýsing um heilsuvandan knýttur at
royking. Afturat hesum kom hann við heilsuávaringum á sigarettpakkum og setti avmarkingar í gildi viðvíkjandi lýsingum til tess at gera aktivitetin minni dragandi og sexutan.

Hesi átøk virdu prinsippið um val – soleiðis so dánt. Og hetta er umráðandi, hvussu lítilsvirðandi tey enn máttu verið, nøkur tó skilagóð. Tí í høvuðsheitum vendu tey seg ímóti roykjarum, sum ynsktu at gevast, ikki teimum, ið ikki vildu tað.

Men so komu forboð at roykja í almennum flutningsgøgnum, í almennum regi yvirhøvur, faktiskt, og fólk skuldu út úr matrikkulinum, ja, helst harút, har tað regnar, oysregnar!, samstundis sum betrivitandi skrivstovuveldið helt seg kunna fortelja privatum handilsmonnum, at teir nú ikki sjálvir sleppa at bestemma, um tað skal vera loyvt at roykja inni í sínari egnu barr ella matstovu.

Apropos lýsingar hava kassadamurnar í matvøruhandlum, sum liður í hesum systematiska happingarátaki ímóti roykjandi fólki, fingið eitt lyklatyssi mestsum átøkt tí hjá einum bloody fangavørði – tú veitst, aftur, fyri líkasum at gera tað, at biðja um ein pakka Prince, til nakað nokkso brotsligt og ófrættakent.

Seinni komu altjóða roykfríir dagar í enn eini desperatari og mannminkandi roynd at basa hasi, ið enn ikki hava fatað tað, at royking er ósunt, at skilja, at tað er tað.

Og herí er trupulleikin, tí eg og onnur frælslynt menniskju ynskja ikki nakran formyndandi stat við sínum múgvandi ekspertheri at gera av, hvat er best fyri meg.
Eg meini, ongin roykjari roykir, tí tað er sunt. Teir roykja, tí teir hava hug til tað - tí tað følist væl. Og tað skal vanligi borgarin hava loyvi til; hvat so aftur merkir, at tit í Fólkaheilsuráðnum annaðhvørt avtaka tykkum sjálvi ella finna okkurt annað at gera!

Onkuntíð havi eg varhugan av, at almenni heilsumyndugleikin heldur, at roykjarir enn ikki hava skilt, ikki ordiliga, serliga tey ressursufátøku, opinbart, við avmarkaðum heila og vilja, at royking ikki er gott fyri teir.
Til tað er at siga, at... "vit" roykjarir eru so deiliga ymiskir, og vit vita heilt óluksáliga væl, at tað er ósunt, men velja tað kortini. Eisini hasi, ið vegna vantandi vilja ikki vilja – sonevndir keturoykjarir.

Í. Síðsta. Enda. Roykja. Roykjarir. Tí. Teir. Hava. Hug. Til. Tað. – hetta er ikki ein fucking sjúka (!)

Seinastu árini hava heilsuelitistarnir talað fyri hægri prísum – so høgum, sjálvandi, at vanlig menniskju, tímalønt og mentanarloysingar annars, ikki longur fáa ráð at njóta eina sigarett ella tredivu um dagin.
Hartil hevur tað verið bannað at roykt í almennum rúmum, enntá privatum, og var bannið grundað á, at passiv royking gjørdi seg inn á arbeiðaran í hesum rúmum. Men kritikarir hava víst á, at prógvini fyri passivari royking eru veik.
So er, men tað sum er viktugt í hesum sambandi, er at politikkurin bert kundi rættvísgerast við hesum treytum.

Prinsippið um persónligt sjálvstýri og sjálvsavgerðarrætt var tí so nøkulunda virt í og við, at eitt roykibann mátti skjóta seg inn undir ein ávísan ampa fyri onnur.
Og ampi ella “til skaða fyri onnur” – prinsippið, oftast knýtt at John Stuart Millsa "On Liberty", er vert at leggja sær í geyma:

"That the only purpose for which power can be rightfully exercised over any member of a civilised community, against his will, is to prevent harm to others. His own good, either physical or moral, is not a sufficient warrant."

Tíðin er komin at reisa seg og fara til mótverju!