Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Rósa - nú stundar til valdagin!

2020-11-08 16:30

Her endurgevi eg í skrift tað, sum eg bar fram í framlögusendingini hjá R7, í sambandi við kommunuvalið í Runavíkar kommunu.

Eitt sindur um meg

Eg eiti Rósa Tyril Gaardlykke, eri knapt 27 ár, búsitandi í Saltangará, og uppvoksin fyri tað mesta í Norðragötu, men havi tó eisini búð í Danmark, Onglandi og Filipsoyggjunum. Eg flutti til Runavíkar kommunu fyri gott seks árum síðani, tá eg og maður mín, Jonathan Gaardlykke, giftust. Vit eiga nú trý smá börn, og tey hava vit valt, at ikki hava á stovni - tó er tann elsta farin í forskúla nú.

Eg eri sjúkraröktarfröðingur, og havi tí vitan um, og eisini áhuga fyri heilsu- og eldraökinum. Harumframt havi eg í nógv ár verið við til at skipa fyri G!-festivalinum, og havi áhuga fyri list og tónleiki. Eg eri trúgvandi, og virkin í samkomuni Lívsins Orð í Saltangará, har eg m.a. havi verið ungdómsleiðari.

Politikkur hevur havt mín áhuga, síðan eg var barn, og eg havi seinastu trý árini siti í nevndini hjá miðflokkinum, og var eisini uppstillað til seinasta lögtingsval. Mín politiska grundhugsjón leggur dent á frælsi hjá hvörjum einstökum menniskja og familju, og eg ynski at virka fyri at fólk hava frælsi til at mynda sítt egna lív, m.a. við at kommunal tilboð eru fjölbroytt, og skatturin so lágur, sum gjörligt.

Hjartamál og hugleiðingar

Virðing fyri borgarum

Hetta valskeiðið er mítt största hjartamál, at arbeiðið hjá kommununi verður meira gjögnumskygt, og at allir borgarar verða hoyrdir og virdir. Fyrr í ár fekk kommunan eina harðliga átalu frá lögtingsins umboðsmanni, fyri ikki at svara klagum frá borgarum og felagsskapinum heimafriði, og fyri niðrandi málbrúkið í frágreiðingini, sum í sambandi við hetta, varð send umboðsmanninum, og sum ber brá av væntandi virðing fyri borgarunum.

Slíkt eigur ikki at koma fyri, og tí ynski eg at virka fyri at fyrisitingarligar mannagongdir vera settar í verk, ið kunnu forða hesum, og tryggja at borgarar vera hoyrdir og virdir og fáa skjótt svar, tá teir venda sær til kommununa. Eitt hugskot hevði verið at sett ein kommunustjóra, sum umframt at tryggja slíkar fyrisitingarligar mannagongdir, eisini kundi tryggjað at fyrisitingin framhaldandi virkar effektivt og uppgávur eru væl fordeildar.

Raðfestingar

Nógvar stórar verkætlanir skulu arbeiðast við og gjögnumförast hetta valskeiðið, og nógv verður hjá komandi býráði at taka stöðu til. Svimjihöllin er næstan klár at bjóða út, og hugsast kann, at nýggjur barnagarður, frítíðarskúli og skúli skulu byggjast í nærmastu framtíð, av tí at tað longu nógvastaðni er trongt sum er, og stórur fólkavökstur er í kommununi. Tað er tí neyðugt at hugsa fíggjarliga skynsamt og tora at raðfesta.

Kanska tað största og týdningarmiklasta málið hesa setuna, er tó at lofta öktu ferðsluni, sum kann væntast eftir at eysturoyartunnilin letur upp. Fjöruvegurin verður eitt gott og týdningarmikið stig á leiðini, takk til sitandi býráð fyri tað, men ferðslan kann eisini væntast at ökjast m.a. í Skálafirði og Söldarfirði og tí má arbeiðast við eini heildarloysn, fyri hvussu ferðslan best verður förd eisini ígjögnum hesar bygdirnar soleiðis at hon er til minst ampa fyri tey, sum búgva har. Ynskiligt er eisini at arbeitt verður við at fáa fleiri bygdagötur, og sum heild betri möguleikar til fólk at ferðast til gongu og á súkklu í kommununi.

Familjulív

Sum mamma at trimum smáum börnum, hugsi eg nógv um barna- og familjupolitikk. Eg ynski at virka fyri at familjur í kommununi hava fjölbroyttar möguleikar, tá tað kemur til barnaansing. Týdningarmikið er at dagröktin heldur fram, og at tað er möguligt at fáa börnini inn á stovn hálva tíð.

Um lógarheimild verður givin til at partur av barnaansingarpengunum kunnu fylgja barninum, fer borgaralistin at virka fyri at hetta verður sett í verk í kommununi, fyribils í eini 3-ára verkætlan. Hetta hevði givið familjum betur möguleikar at velja tí loysnina, sum passar best til júst tey. Núverandi skipan ger, at tað peningaliga loysir seg sera illa at gera annað, enn at koyra börnini fulla tíð inn á stovn.

Arbeitt eigur eisini at vera við at seta á stovn eina spælistovu til tey börnini sum eru heima - tað er væl möguligt at bygningar, sum vera nýttir til annað seinni um dagin, kunnu nýtast til hetta fyrrapart. Eisini ynski eg, at arbeitt verður við at fáa eitt innandura spæliland, um möguligt er at gera hetta á ein fíggjarliga skynsaman hátt - t.d. við brúkaragjaldið, sum evt. fyri okkara borgarar kann gjaldast við Spjaldrinum, um tað verður víðkað til eisini at fevna um yngri börn.

Tá tað kemur til barnaansingarstovnarnar í kommununi, ynski eg at arbeiða fyri, at góð normering verður hægri raðfest, og eisini stór spælipláss og góðsku leiku, soleiðis at lunnar verða lagdir undir at börnini á stovnunum kunnu mennast optimalt á allan hátt. Eg ynski eisini at fokus verður sett á heilsu bæði á dagstovnaökinum, og öðrum ökjum. M.a. eiga stovnar, sum bjóða börnunum mat, at hava ein matpolitikk, sum eisini tekur hædd fyri heilsugóðum mati.

Onnur hugskot

Á eldraökinum hevði eitt hugskot verið at stuðla uppundir bygging av eldraíbúðum, ið kundu verið við til at ökt um bústaðar-valmöguleikarnar hjá eldri, og framt teirra möguleika at búgva heima, so leingi sum gjörligt. Eg ynski eisini at arbeiða fyri at spælipláss, grön öki o.l. eisini verða lögd kring ellisheim, og aðrar eldrabústaðir, soleiðis at hesi verða gjörd til nátúrlig samlistöð.

Ein integratiónspolitikkur átti at verið mentur og settur í verk. Vit hava nógvar tilflytarar í kommununi, og tað er av alstórum týdningi, at vit taka væl ímóti öllum hesum fólkunum. Sum dömi kann nevnast, at eitt intensivt skeið í föroyskum máli, staðsett í kommununi, átti at verið boðið öllum borgarum, við öðrum móðurmáli enn föroyskum.

Mín áheitan

Sum relativt nýggjur borgari í kommununi, kann eg hyggja við nýggjum eygum at trupulleikum og möguleikum, og eg havi dirvið til at bróta upp úr nýggjum og hugsað nýskapandi. Vel Rósu Tyril Gaardlykke um tú ynskir eina unga rödd í býráðnum, sum fyrst og fremst virkar fyri at allir borgarar vera hoyrdir og virdir, harnæst skynsamum fíggjarpolitikki og vælvirkandi kjarnutænastum, og til seinast eisini brennir fyri familju-, heilsu-, mentanar- og eldraökinum.