Róðrarfeløgini eiga at fáa somu viðferð

2012-10-23 13:59

Ein av orsøkunum til, at eg játtaði at stilla upp til býráðsvalið, er tann órættur, ið Róðrarfelagið Knørrur og Argja Róðrarfelag eru fyri, tá skipað verður fyri kappróðri á ólavsøku.

Sum tað altíð hevur verið, so skipar Havnar Róðrarfelag fyri ólavsøkuróðrinum á Havnarvág. Hetta var í lagi, so leingi tað bert var tað eina róðrarfelagið í Havnini.

Í 1980’unum vórðu Róðrarfelagið Knørrur og Argja Róðrarfelag stovnað. Hesi feløg hava hesi seinastu 30 árini ment seg til at vera millum allarstørstu og best riknu róðrarfeløg í landinum.

Í mong ár hava tey roynt at koma upp í fyriskipanina av ólavsøkuróðrinum, men higartil uttan úrslit. Fundast hevur verið við Havnar Róðrarfelag, men tað hevur ongan veg borið. Fleiri ferðir er Býráðið, ella rættari sagt borgarstjórin sum hægsti myndugleiki, biðin um at greiða málið. Enn er eingin fløkja greidd.

Nú er nokk snikkað og snakkað. Nú er nokk lovað og lifrað. 

Hetta átti ikki at verið eitt politiskt mál, men tá tað ikki ber til at loysa tað við góðum, so má tað loysast av borgarans kosnu.

Tí tað er eitt fólkakrav, at øll skulu viðfarast eins. Latum okkum øll, sum vilja kappróðrinum á Havnarvág væl, standa saman um okkara sjálvsagda rætt.

Tín róðraratkvøða eigur hesa ferð at fara til Fróða Olsen á lista A.

Fróði Ó Olsen, valevni á lista A