Eg eiti Hervør Pálsdóttir, eg eri 23 ára gomul, og eg stilli upp til løgtingsvalið fyri Tjóðveldi.

Eg brenni fyri teimum grønu, samhaldsfestu og frælsu Føroyum.

Jens Kr. Vang hevur tikið myndina.

Røða hildin á fólkafundinum á Doktaragrund 2019

2019-07-31 13:43

Minnast tit, hvat hendi 14. desember 2018?

- millum annað setti Donald Trump ein fyribils s tarvsfólkaleiðara í Hvíta Húsinum.

- Løgtingið samtykti uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2018

- Og ikki minst! Fyrrverandi forkvinnan í d anska Javnaðarflokkinum, Helle Thorning- Schmidt fylti 52 ár.

- og uttan fyri Løgtingið og á Glasi vóru fleiri enn 100 fólk í Føroya fyrsta veðurlagsverkfalli saman við fleiri túsund øðrum í øllum heiminum.


Okkurt skulu tómar hendur gera, varð sagt háðandi. Hvussu skal eitt veðurlagsverkfall broyta upp á nakað?

Síðan 14. desember hava veðurlagsverkføll verið 26 ferðir í Føroyum. Hava tey havt nakra ávirkan á veðurlagið? Kanska ikki beinleiðis. Men tað er ikki av ongum, at nærum allir føroyskir miðlar hava tikið veðurlagsbroytingarnar upp til viðgerðar, og ikki allir, men nærum allir politiskir flokkar í Føroyum hava innsæð, at man er ikki við í politiska spælinum, um man ikki hevur ein grønan politikk. Ongantíð áður hava veðurlagsbroytingarnar og umhvørvið fylt so nógv í politiska kjakinum. Løgtingsvalið 31. august verður í stóran mun eitt umhvørvisval. Eitt val , um vit framvegis skulu liva í hesum fantastiska landindum - við hesari fantastisku náttúruni, ella um vit skulu halda fram at oyða hesa somu náttúru.

Okkurt skulu tómar hendur gera - og tær gera mun.

Verðurlagsbroytingarnar ávirka eisini okkum. So seint sum í síðstu viku, var havfrøðingur í útvarpstíðindunum á mi d degi. Um okkurt ikki hend i r, so missa vit toskin. Havið er um at gera st ov heitt. Hesin fiskur, sum í nógv ár var grundarlagið undir okkara búskapi, og sum mentanarliga hevur so ótrúliga nógv at siga fyri føroyingar - er um at hvørva.

Tað er tó ongin grund til at f a lla í fátt. Føroyska fólkið vil broytingar , og vit vilja taka ábyrgd. Vit vita, at vit eru ein partur at heiminum , og at vit eisini hava ábyrgd av heiminum. Vit eru ikki ov smá, tí tú kanst ikki vera ov lítil til ábyrgd. Tá vit standa saman, so kunnu vit útinna nógv.

Vit læra hvønn dag av hvørjum øðrum. Onkuntíð haldi eg eisini, at man kann læra nógv a v ungdóminum. Føroyska fólkið hevur allar fortreytir fyri at vísa, at vit vilja verða partur av heiminum , og at vit vilja taka ábyrgd.

Umhvørvisrørslan hevur nógv til felags við eina aðra rørslu, sum vit, ið eru her í dag - kenna til. Nevnliga tjóðskaparrørsluna!

Umhvørvisrørslan ger upp við okkara ábyrgdarloysi, eins og tjóðskaparrørslan. Umhvørvisrørslan snýr seg eisini um samhaldsfesti!

Umhvørvisrørslan snýr seg um at skapa búskaparligar fortreytir fyri komandi ættlarlið - og tað ger loysingin eisini!

Umhvørvisrørslan snýr hon seg eisini um at finna nýggjar loysnir, ið rigga fyri fólkið. Tað , ið riggar í Danmark, Onglandi ella Fraklandi, riggar neyðturviliga ikki í Føroyum.

Umhvørvisrørlsan er idealistisk og snýr seg um, hvussu Føroyar og heimurin skulu síggja út. Um, hvussu vit kunnu broyta hetta samfelagið til tað betra - og tað ger tjóðskaparrørslan eisini.

Nú havi eg viðgingið, at eg eri idealistisk, og at eg haldi okkara rørslur vera idealistiskar. Men tær eru ikki radikalar.

Tað kann satt at siga ikki longur kallast radikalt at viðurkenna , at vit eru í eini veðurlagskreppu , og at vit eiga at seta speedarin í botn fyri at basa henni. Tað er radikalt at ikki gera tað!

Vit noyðast at tora at taka tey tungu tøkini. Hetta merkir, at vit skulu gera stórar broytingar í okkara vinnulívi , privatu húsarhaldum og í okkara gerandisdegi. Tað merkir ikki, at vit bara skulu steðga við at nýta einnýtissúgvurør og keypa okkum eitt lummaøskubikar, vit mugu gera meira umfevnandi átøk enn so. Vit skulu gera eina bindandi veðurlagslóg, ið bindur okkum til at minka um okkara útlát munandi, og samstundis skulu vit heldur ikki samtykkja lógir, ið økja um okkara útlát. Tað er ábyrgdarfullur politikkur.

At skifta frá svartari orku til grøna orku kostar. Sambært hugskotsbankanum Cepos hevði tað kostað danska skattgjaldaranum í miðal 5.600kr um árið at rokkið málinum at skerja CO2 útlátið við 70%. Slík tøl eru ikki gjørd fyri føroyska samfelagið, men vit eiga sum vælferðarsamfelag at lyfta hesa byrðuna saman. Tí er tað neyðugt, at tey við høgum inntøkum gjalda ein størri part, soleiðis at tey við lægri inntøkum eisini eru við í grøna orkuskiftinum.

Tað var ein stórur sigur fyri Føroyar, tá undirgrundin varð yvirtikin í 1992. Undirgrundin er okkara, og hon er okkara at fyrisita. Undirgrundin er okkara , og tí er tað eisini okkara val at lata hana fáa frið. Oljan liggur væl í undirgrundini, og har skal hon fram eftir verða liggjandi!

Tað er ein fátøk tjóð, ið ikki sær virði í síni mentanarsøgu og náttúruni. Føroyingar liva í, við og av náttúruni, tí er tað púra burturvið, at vit eru so trek í júst hesum stríðnum. Í dag 29. juli hava vit brúkt alt tilfeingi ð á jørðini fyri 2019. Dagurin í dag er bara miðaltalið fyri allan heimin. Í Føroyum eru vit ikki serliga fyrimyndarlig. Hjá okkum var hesin dagur í mars mánaði.

Men hetta merkir, at restin av árinum er ovurnýtsla av tilfeingi, ið jørðin ikki megnar at endurskapa. Hetta merkir, at restina av árinum verður tikið frá framtíðini. Hetta átti at fingið ávaringarklokkurnar hjá øllum at ringja. V it eru í eini veðurlagskreppu, ið vit ikki vita , hvørjar avleiðingar fær, men vit vita, at avleiðingarnar verða stórar og ræðandi. Vit eiga tí at vísa okkara umhvørvi st ø rstu virðing og at seta prís upp á alt tað, ið vit fáa frá umhvørvinum. Náttúran er ikki okkara at temja og týna, hon er okkara at liva saman við.

Í dag skrivaði løgmaður val út at verða 31. august. Eg haldi, at vit siga tað fjórða hvørt ár, men hetta valið verður avgerandi fyri, hvussu framtíðin í Føroyum sær út. Hesi seinastu fýra árini eru vit vorðin 3000 fleiri fólk í Føroyum. Hetta er ikki av ongum. Tað eru nógvar orsøkir til hetta. Millum annað:

- broytingin í hjúnarbandslógini, ið nú umfevnir samkynd eisini.

- betri útbúgvingartilboð.

- og betri kor til barnafamiljur.

Vit hava gjørt Føroyar til eitt betri samfelag at liva í, vit hava gjørt Føroyar tíðarhóskandi, og vit hava gjørt Føroyar meira sjálvstøðugar , og tað skulu vit halda fram við at gera!

Næstu fýra árini skulu vit tryggja okkum, at allir okkara borgarar hava tak yvir høvdinum. Vit skulu tryggja okkum, at børnini og barnabørnini hjá hesum fólkum hava eina góða verð at liva í. Vit skulu tryggja okkum, at ábyrgd verður tikin fyri egnum landi. At ungdómurin kann taka góðar útbúgvingar í Føroyum, og at lærlingar hava rætt til lærupláss og góðar umstøður. At okkara arbeiðsfólk hevur virðilig kor og rættvísa løn. At umhvørvið verður sett í hásæti. Tað ber til. Tað krevst bara politiskur vilji og handling!

Tí mugu vit tora at taka stóru avgerðirnar. Við virðing fyri tjóðskaparstríðnum eiga vit at steðga á og hugsa okkum um. Vit kunnu ikki við virðing fyri tjóðskaparstríðnum lata eyguni aftur fyri veðurlagsbroytingunum. Vit skulu ikki bara taka ábyrgd av egnum landi, vit skulu taka ábyrgd av heiminum og framtíðini.

Vit hava ongantíð verið ríkari, enn vit eru nú!

Vit hava ongantíð verið sjálvbjargnari, enn vit eru nú!

Vit hava ongantíð havt so nógvar íbúgvar, sum júst nú!

Vit hava ongantíð verið nærri sjálvstøðugu Føroyum, sum júst nú!

Vit hava ongantíð…

Vit hava ongantíð…

Hetta gevur okkum eisini bestu fortreytir fyri at menna okkum enn meira. At gerast burðardyggari, at gerast samhaldsfastari, at gerast litríkari. At gerast sjálvstøðug.

Góðu áhoyrarar.

Løgtingsval er í hondum. Lat okkum standa saman um hetta samfelagið. Eingin røkir okkara áhugamál betri enn vit sjálv , og vit r økj a tey best saman. Tá fleiri savnast í felag , kunnu undirverk henda. Tá kunnu vit avrika nógv! Tað nyttar ikki, at vit í hvør sínum lag taka tungu tøkini, tey verða tikin best í felag. Tá vit stríðast fyri teimum týdningarmiklu broytingunum, og mótstøðan er hørð, er best at standa saman. Eg hopi, at tit eru til reiðar at taka tungu tøkini saman, tí tað eri eg.

Takk fyri og framhaldandi góða ólavssøku.