Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ríkisbrotsverk - Statsforbrydelser - State Crime

2020-10-18 05:09

Nú eru 19 ár liđin síđani Yvirgangsatsøknin í New York varđ framd í 2001. Bert smáar tveir mánađir seinni varđ terrorpakki 1 lagdur fram fyri fólkatingiđ í Danmark eftir trýsti frá USA, og varđ hesin terrorpakki 1 góđkendur í fólkatinginum í Danmark tann 31. maj 2002. Serfrøđingar hava úttalađ seg um hetta mál og siga, at hesin terrorpakki 1 er ein so villingarsamur og torgreiddur (komplicerađur) lógarpakki, at tađ tekur nøkur ár at smíđa og seta saman eitt tílíkt lógarverk. Kortini lá hesin lógarpakki klárur til brúk međan tornini enn stóđu skinklandi á sínum grundvølli. Ein kann ikki siga annađ enn, at Osama Bin laden má hava veriđ sera umhugsin og smartur, tá hann nú eisini gav sær so góđar stundir til at smíđa terrorpakka 1 og lata hann sum gávu til ”Thanksgiving”.

Eingin almenn frágreiđing fyriliggur enn, um hví WTC (World Trade Center) tornini rapađu. Tær almennu frágreiđingarnar sum eru um evniđ, fevna bert um fram hartil, hvarí flogførini skuldu eitast at renna á tornini og tey spreingjast, og ting og sakir byrja at brenna eitt sindur, men eingin almenn (autoriserađ) frágreiđing fyriliggur um, hvørjar orsøkirnar vóru til, at tornini rapađu. Hetta gongur klárt fram í NIST frágreiđingini iđ varđ almannakunngjørd í 2008. Serfrøđingar eru kortini ikki í iva um, at rapingin av WTC-tornunum (2 flúgvarar og 3 torn) varđ sett í gongd av serfrøđingum viđ tí iđ kallast fyri ”Controlled Demolition” Sjálvur havi eg hugt eftir í hundravís av Controlled Demolitions á netinum hvarí byggiserfrøđingar nýta hendan háttin tá teir skulu bróta bygningar niđur fyri at byggja nýtt, og eru hesar niđurrapingar meinlíkar viđ tær, sum fóru fram í New York 11. Sept. 2001.

Trupulleikin í øllum hesum er tađ tunna grundarlagiđ sum býr undir átakinum at innføra hesa terrorlóg, sum á mangan hátt brýtur núverandi grundlóg í Danmarkar ríki, uttan at broytingar eru gjørdar í grundlógini eftir bókini. V.ø.o., so hava myndugleikarnir ”bypassa” donsku grundlógina vid terrorpakkunum, hvørs upphav er grunda á lygn og svik. Her varđ eisini nýttur sálarligur teknikkur í svikinum. Tær kreftir sum ynsktu at bróta niđur múrarnar millum londini (grundlógirnar forđađu fyri tí), framdu hesa yvirgangsatsøkn fyri at skapa ræđslu millum manna soleiđis, at avvarđandi stjórnir í ymisku statunum runt um í europa fingu sínar veljarar at góđtaka hesar lógleysu terrorlógarpakkar, iđ vóru viđ til at skumpa galdandi grundlógir av vegnum.

Viđ tađ at fólk flest ikki kenna spælireglurnar tá tađ snýr seg um grundlógarbroytingar, hava myndugleikarnir tí havt sera lætt spæl viđ at fremja tílíkt brotsverk sum av sonnum kemur undir Ríkisbrotsverk.

Fyrr kallađist tílíkt fyri ”Ríkisbrotsverk/Statsforbrydelse”. Og hví verđur tikiđ soleiđis til? Jú, tí at har finst ein reglugerđ/lógaráseting um hvussu fyrihaldast skal, tá ein grundlógarbroyting skal fremjast, og ljóđar hon soleiđis á donskum:

Stutta útgávan:

”En ændring af grundloven kræver, at Folketinget først vedtager forslaget til den nye grundlov. Så skal der udskrives valg til Folketinget. Efter valget skal det nye folketing også vedtage grundlovsforslaget, som ikke må være ændret i forhold til det oprindelige forslag. Til sidst skal der afholdes en folkeafstemning.”

Longra útgávan: § 88

”Vedtager Folketinget et forslag til en ny grundlovsbestemmelse, og regeringen vil fremme sagen, udskrives nyvalg til Folketinget. Vedtages forslaget i uændret skikkelse af det efter valget følgende Folketing, bliver det inden et halvt år efter den endelige vedtagelse at forelægge folketingsvælgerne til godkendelse eller forkastelse ved direkte afstemning. De nærmere regler for denne afstemning fastsættes ved lov. Har et flertal af de i afstemningen deltagende og mindst 40 procent af samtlige stemmeberettigede afgivet deres stemme for Folketingets beslutning, og stadfæstes denne af kongen, er den grundlov.”

Kommentar:

”Her står reglerne for, hvordan man ændrer grundloven. Grundloven er den lov, som det er sværest at ændre. Der er en omfattende procedure, som skal overholdes. Først skal Folketinget vedtage grundlovsændringen. Dernæst kan regeringen udskrive valg, hvis den vil "fremme sagen."

Efter valget skal Folketinget igen vedtage grundlovsændringen. Og forslaget skal formuleres præcis ligesom før.

Endelig skal grundlovsændringen sendes ud til folkeafstemning. Her gælder nogle ganske særlige regler, som betyder, at det kan være svært i praksis at komme igennem med en ændring. Det er nemlig ikke nok, at der er et flertal for grundlovsændringen. Flertallet skal udgøre mindst 40 procent af alle de borgere, som er berettigede til at stemme. Det betyder faktisk, at alle stemmeberettigede tæller med, også selv om de ikke stemmer eller stemmer blankt. Hvis mange bliver hjemme på sofaen i stedet for at stemme, kan det blive svært at få vedtaget en grundlovsændring. Folkeafstemningen skal finde sted senest et halvt år efter, at grundlovsforslaget er blevet vedtaget af Folketinget. Hvis et flertal og mindst 40 procent af de stemmeberettigede stemmer for grundlovsændringen, gælder den, når dronningen har skrevet under.”

Niđurstøđa: ”Einki av hesum er hent síđani 11. september 2001 fyri at fremja eina slíka kravda grundlógarbroyting sum skuldi til, fyri at tađ kundi vera lógligt at innføra hesar lógarpakkar í ríkinum, og tí er innføringin av terrorpakkunum ólóglig.”

Ein kundi víst á fleiri grundlógarbrot sum framd eru seinastu umleiđ 50 árini, men skal bert í hesi niđurstøđu vísa til §72 í donsku grundlógini, sum uttan iva verđur brotin hvønn dagin, uttan at tađ fær fylgjur fyri lógbrótararnar.

Avleiđingarnar av at bróta grundlógina hava higartil verid hesar:

Bert umleiđ 2 mánađir eftir yvirgangsatsøknina tann 11. september 2001, lá tann danski terrorlógarpakkin (terrorpakke 1) klárur til at takast í brúk í Danmark og sum varđ viđtikin í maj 2002. (Hetta syrgdi táverandi socialdemokratiska stjórnin fyri viđ Frank Jensen á odda). Tađ vísti seg tá, at hetta umsetingarverkiđ hjá teimum var fult av feilum av teirri orsøk, at tey skundađu sær so nógv, fyri at Danmark skuldi verđa fyrsta landiđ í europa sum setti hetta misfostri av einum lógloysispakka í gildi. Eftirsíđani eru feilirnir rættađir, men tađ broytti so einki uppá lógloysisinnihaldiđ í terrorpakkanum.

Serkønir persónar sum hava kannađ hetta lógarverk siga, at eitt tílíkt lógarverk tekur fleiri ár at smíđa og seta saman, men hóast hetta, lá hesin lógarpakkin klárur til at takast í brúk sama dagin, sum yvirgangsatsøknin fór fram.

Bara hetta er ein avdúking í sær sjálvum, at USA sjálvt stóđ aftanfyri yvirgangsatsøknina ”with a little help from their friends!”

"Síđani tá eru mong grundlógarbrot framd orsaka av hesum snilda listarsviki."

Stutta av tí langa er, at vegna hesar terrorpakkar, ber tíverri til at leypa bukk um allar grundlógir innan tey umráđi, sum USA hevur fult tamarhald á og eftirlit viđ. Men hetta broytir einki uppá tađ faktum, at grundlógarbrotini eru framd og tískil eisini ”Ríkisbrotsverkini/Statsforbrydelserne.”

Stutt sagt eru fylgjurnar av hesum svikaligu terrorpakkunum hesi:

A. Rættartrygdin er burturbeind.

B. Grundlógin er skúgvađ til viks og avlívađ.

C. Demokratiiđ avlívađ/fingiđ mønustingin.

D. Fólksins Guddómgivna frælsi og rættindini til eitt sjálvstøđugt lív og sjálvsavgerðarrættur borgarans, er eisini beindur av vegnum á ólógligan hátt!

Viđmerking: ”Hetta kallast vanliga fyri eitt lógleyst samfelag/ein lógleysur ríkisfelagsskapur!”

Nakađ annađ sum ein hevur lagt til merkis síđani terrorpakkarnir komu inn á banan, so er tađ ikki longur nakađ sum eitur, at eitt lógaruppskot skal fyrileggjast einum ađalráđi e.l. til umrøđu. Nei, nú verđur einans tikiđ støđu til, at um politiiđ metir, at tann og tann lógin er munagóđ, so verđur lógin sett í gildi. Um hon samsvarar viđ grundlógina ella ei, er uttan týdning.

Kraviđ í lógarpakkanum um, at fjarskiftadáturvirksemi (televirksomheder) skulu hava eftirlit við sms, e-mail og telefonsamrøđum hjá danskarunum, og hvørs eftirlit skal eitast at hjálpa politiinum í orrustini ímóti yvirgangsatsøknum (terror), endar kortini í mongum førum viđ at verđa brúkt til heilt onnur endamál.

Tađ er eyđsæđ, at danska stjórnin, fyri ikki at tala um tær flestu vesturlendsku stjórnirnar, kanska allar, meta demokratisku rættindini hjá borgarunum sum eina forđing fyri orrustini ímóti yvirgangsatsøknum, heldur enn at síggja tey demokratisku rættindini sum ein reiđskapur til at fyribyrgja møguligum yvirgangsatsøknum. Terrorpakkarnir 1 og 2 sum danska stjórnin hevur lagt fram og góđtikiđ fyri árum síđani, er í fleiri førum eitt beinleiđis álop á rættarsamfelagsins grundvøll.

Eitt satt rættarsamfelagsins eyđkenni er, at tađ er útbygt viđ einum eftirliti av valdsnýtslu myndugleikans. Men danska stjórnin og ES-londini annars hava koppađ øllum tílíkum á høvdiđ, og hava handlađ beint øvut hesum viđvíkjandi.

À fýra sera týdningarmiklum málum, tekur danska stjórnin burtur eftirlitsvaldiđ hjá dómstólunum ella í øllum førum avmergjar dómstólanna eftirlitsvald óvanliga nógv.

A. Politiiđ fær møguleika fyri at avlurta persónar, sum møguliga kunnu metast at hava okkurt óviđkomandi samband viđ persónar iđ eru undir illgruna. (Uttan dómaraúrskurð/rættarúrskurð - dommerkendelse).

B. Flogfeløg kunnu áleggjast at útflýggja ferđaupplýsingar um allar ríkisins borgarar til PET. (Uttan dómaraúrskurð/rættarúrskurð - dommerkendelse).

C. Fjarskiftadáturvirksemi (televirksomheder) kunnu áleggjast at útflýggja allar upplýsingar um sínar kundar til PET (Uttan dómaraúrskurð/rættarúrskurð - dommerkendelse).

D. Danska Verju-Fregnartænastan - Forsvarets Efterretningstjeneste (FE), fær fyri fyrstu ferđ í søguni loyvi og rættin til at avlurta danskar statsborgarar. (Uttan dómaraúrskurð/rættarúrskurð - dommerkendelse).

"Harviđ verđur Ríkisfelagsskapurin tessvegna stýrdur undir eftirliti av einum kriminellum brotsmannaliđi." Og føroysku politikkararnir eru sanniliga viđsekir í hesum álvarsomu ríkisbrotsverkum. Har finst eingin lóglig umbering fyri nøkrum av hesum iđ framt er, ikki tann einasta ein!

Til tey áhugađu kann vísast til, hvat danska grundlógin hevur at siga samanboriđ viđ áđurnevndu brotsverk: ”Boligen er ukrænkelig. Husundersøgelser, beslaglæggelse og undersøgelse af breve og andre papirer samt brud på post-, telegraf- og telefonhemmeligheden må, hvor ingen lov hjemler en særegen undtaglse, alene ske efter en retskendelse (dommerkendelse).” § 72 -- Hesa grundlógarparagraf hava myndugleikarnir viđ terrorpakkunum skumpa til viks, uttan at fylgja áđurnevndu lógarásettu reglum viđvíkjandi grundlógarbroytingum - og fleiri ađrar viđ.

Og nú hava avvarđandi myndugleikar uppfunniđ enn eina nýggja djevulska lygn sum kallast fyri Covid19. Eisini hendan lygnin skapar, fyri myndugleikarnar, enn fleiri grundarløg fyri at fremja beinleiđis terror ímóti vanliga borgaranum beint ímóti grundlógarásetingunum. Men tann frágreiđingin má bíđa eina løtu enn.

À dómadegi koma øll hesi ting og sakir upp at venda, og at ganga og billa sær inn, at ein uppgerđ ongantíđ gerst veruleiki, má roknast fyri dárskapur á høgum stigi. Myndugleikanna lógleysa órættvísistorn røkkur í dag líka til himmals. Enn ber til at rætta uppá tingini, men vilja avvarđandi myndugleikar ganga ta rættvísisleiđina? Hvussu viđ teimum sokallađu kristnu leiđarunum? Fara hesir eisini framáhaldandi at verja allar lygnirnar og alt lógloysi sum hevur gingiđ fyri seg og framvegis gongur fyri seg?

Símun A. Klein