Rigmor um fíggjarligan kriminalitet

2019-03-01 12:20

Rigmor Dam umboðar Javnaðarflokkin á Fólkatingi hesa vikuna og luttók í morgun á tingfundi í fólkatingssalinum, har hon tók orðið. Til viðgerðar var uppskot, sum skal javnstilla Føroyar við danir og onnur lond í ES, tá ið umræður peningarligar flytingar millum lond.

Talan er um lógarkravdar upplýsingar í sambandi við peningaflytingar í bankastovnum, har endamálið er at tryggja, at føroyingar ikki verða raktir av óneyðugum forðingum í sambandi við peningaflytingar millum Føroyar og onnur ES-lond.

Undir viðgerðini gjørdi fólkatingskvinnan greitt, at Javnaðarflokkurin stuðlar uppskotinum, og legði dent á, at tað hevur stóran týdning fyri føroyskt vinnulív, men eisini fyri borgaran yvirhøvur:

- Tað er av stórum týdningi fyri føroyskt vinnulív, at vit nú eru umfataði av somu reglum sum londini í ES. Um ikki, so hevði tað um stutta tíð verið fleiri forðingar í sambandi við peningaflytingar til ES-lond. Hetta kemst av, at myndugleikarnir eru farnir í herna ímóti skipaðum fíggjarligum kriminaliteti. Tí stuðla vit uppskotinum, sum er enn eitt úrslit av góðum samstarvi millum danskar og føroyskar myndugleikar, sigur Rigmor Dam.

Javnaðarflokkurin