Reka fólk úr bussunum

2021-04-30 13:07

At SSL á henda hátt heldur øll tey 87, ið gjørdu sær ómak at senda hoyringsskriv inn og og øll tey, ið trúliga hava brúkt tænastuna, fyri tað turra spott, er við til at máa álitið undan almennu tænastuni.

Eftir at SSL hevði fingið 87 hoyringsskriv frá borgarum viðvíkjandi ætlaðu ferðaætlanina við EINUM túri um dagin úr Klaksvík gjøgnum Eysturoyartunnilin, var ætlaða broytingin útsett ein mánað. Tá so landsstýrið eisini kom í løgtingið og bað um eykajáttan á 2,5 mió til hesa leiðina, birtist ein vón um, at almenna strandferðslan fór at gera tað møguligt hjá norðoyingum og eysturoyingum at fáa gleði av nýggja Eysturoyartunnlinum. Ikki minst fyri tey mongu, ið dag og dagliga ferðast til Havnar í arbeiðsørindum og sum hava gjørt leið 400 til nógv tað stórstu leiðina hjá strandferðsluni.

Men gakk, soleiðis var als ikki.

Halda viðskiftafólkini fyri tað turra spott.

Tvørturímóti hevur SSL valt at kasta ein vátan vøtt eftir hesum fólkum. Nú nýggja ferðaætlanin kom, so er hon broytt soleiðis, at nú eru TVEIR túrar til Havnar á morgni kl 6.25 og 7.35, meðan hesi fólk hava EIN túr úr Havn til Klaksvíkar seinnapart kl 16.15. Tey, ið arbeiða norðanfyri, hava framvegis EIN túr á morgni kl 6.25 úr Havn.

Ger so væl.

Eitt er, at ein ikki hevur beinleiðis samband til Havnar gjøgnum Eysturoyartunnilin. Rokni við, at tey flestu onki høvdu havt ímóti at skift buss t.d á Skipaneskrossinum. Men gakk, ferðaætlanin er so smart innrættað, at tað ikki er gjørligt at skifta eina ferð, men tú má skifta heili tvær ferðir, bæði á Skipanesi og í Runavík, um tú skal royna at koma til Havnar gjøgnum Eysturoyartunnilin.

Endamálið at avtaka almennu ferðsluna fyri at bjarga Eysturoyartunlinum

Tað kann ikki passa, at ongin á Strandferðsluni dugir at leggja eina brúkiliga ferðaætlan. Tí kann man ikki koma til aðra niðurstøðu, enn at SSL rekur fólk úr bussunum, tey skulu noyðast at brúka privatbil heldur enn almennu ferðsluna. Umhvørvisatlit eru ein býur í Russlandi fyri almennu strandferðsluna og atlit til viðskiftafólkini tað sama.

Ein fær tað fatan, at endamálið við tí heila er at tvinga fólk í privatbilar so fleiri bilar koyra gjøgnum tunnilin og harvið eru við til at gjalda. Tað eru jú alt ov fáir bilar, ið koyra gjøgnum tunnilin sum er, so har manglar peningur í hvønn dag.

At so ein góð almenn leið sum leið 400, ið tað hevur tikið ár at byggja upp, liggur í skeljasori, sýnist ikki at hava stóra týdningin.

At SSL á henda hátt heldur øll tey 87, ið gjørdu sær ómak at senda hoyringsskriv inn og og øll tey, ið trúliga hava brúkt tænastuna, fyri tað turra spott, er við til at máa álitið undan almennu tænastuni.