Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

”World´s most dirty companies”

2021-02-18 12:17

 

Hann, ið setur seg sjálvan høgt, vísir seg mestan at verða settur sera lágt. At Bakkafrost, Regin Jacobsen, troystar sær at verða bólkaður millum fyritøkur sum Nestlé, Virgin ella Starbucks, og promovera alivinnuna og seg sjálvan sum Sustainability Leaders Awards 2021, er so avdúkandi sum næstan til ber fyri skitið arbeiði í breiðum tídningi. Nestlé er og hevur í fleiri á verið skýrd "the worlds most dirty company", og sama við m.a. Starbucks. Mest kent fyri hesar fyritøkur er trælaarbeiði í m.a. Brasil, ikki vaksnamannatrælir, nei barnatrælir. Nestlé er eisini kent fyri at lata hánt um alt, sum kann nevnast umhvørvis- og náttúruvernd. Óteljandi dømi eru har drekkivatnsbrunnar eru eitraðir, drekkivatn stolið, koyrt á fløskur og selt til høgan kostnað. Stjórin fyri Netslé er heimsvíðagitin fyri at halda uppá at drekkivatn ikki er ein mannarættur, men er nakað sum skal keypast frá teimum. Brasil, og enntá stjórnin hjá Bolsonaro, hevur á heimspallinum, altjóða, fingið álvarsamar trupulleikar av tí arbeiðs- og framferðarhátti fyritøkan vísir fyri bæði arbeiðsfólkum og serstakliga fyri virðing fyri umhvørvið og náttúru.
Virgin er eisini tiltikið fyri just tað sama: at vanvirða vanlig arbeiðsmarknaðarviðurskifti og lata hánt um lønarsáttmálar og setanarviðurskifti.
Nei, Regin Jacobsen, væl hevur tú góð og dugnalig starvsfólk, og dugir allarhelst væl sjálvur sum leiðari, men við fríðum vilja at leypa í runudíkið saman við Nestlé og Starbucks......fyri aftur enn einaferð at halda uppá at alivinnan er burðardygg, hevði eg nú ikki rokna við......
Niðurstøðan kan kanska verða, at Bakkafrost hevur ein trupulleika við síni sannføring um burðardygga vinnu. Tak til dømis fesk tíðindi úr Onglandi fyri tveimum døgum síðan. Handilsketurnar Waitrose og COOP steðgaðu alt keyp av alilaksi frá Scottish Salmon Company - Bakkafrost - vegna sera grova djórapínslu. Videoupptøkur avdúkaðu hvussi fyritøkan arbeiddi á sera átaluverdan hátt, og tað vildi hvørki handilsfyritøkur ella vanligi borgarin góðtaka. Hesi tíðindi liggur KVF inni við, men torir allarhelst ikki at bera tey fram fyri føroyingum......tí sannleikin er og hevur altíð verið illa hoyrdur.
Einki persónkligt briksl móti Regini ella starvsfólkum hjá Bakkafrost, men eitt minsta mark má verða tá umræður marknaðarføring og við yvirskrift: burðardygg vinna.

Kári Thomsen