
Pumpuskipan ikki einasta loysn
2021-02-08 20:20
SEV hevur grein í sínum
máli, at Umhvørvisstovan ikki hevur heimild at fremja útboð
av vindorkulund uttan fyrst at ráðføra seg við SEV. Men so
er eisini alt sagt, tí tað eru aðrar loysnir at gagnnýta
vindorkuna enn bert at binda til eina pumpuskipan, sum SEV
boðar frá. Um Umhvørvisstovan brúkti eitt sindur av snildum,
uttan at skúgva SEV til viks, kundi boð verið givin
vindmyllufelagnum, nú pumpuskipanin ikki er tøk, at felagið
skuldi nýta aðra tøkni at gangnýta vindorkuna, tá mark er
fyri hvussu nógv óstøðug vindorka kann koma beinleiðis á
netið. Umhvørvisstovan hevur opinbart ongar visiónir, hvørki
at bjóða SEV og enn minni
landsstýrismanni teirra, og á sama hátt døllast SEV enn
við pumpuskipan, ið tekur ár og ár at fáa bygt.
Tøknin er tøk at taka ímóti stórari nøgd av vindorku -
uttan at binda í SEV-netið, og at framleiða brennievni til
alskyns endamál. Brennievnið kann goymast....og brúkast
til at stabiliserað netið hjá SEV, stuðla undir
ravmagnsframleiðsluna nú vatnbrunnar eru frystir og
vindurin ikki er nógvur, og annars nýtast til bussar,
lastbilar, persónbilar, ferjur og fiskiflota.
Men...til ber ikki rættuliga at dadla Umhvørvisstovuna
ella SEV. Tað er heilt annað stað farast skal, nevniliga
Landsstýrið og landsstýrismannin í umhvørvis- og
orkumálum, Helga Abrahamsen. Tað er frá Landsstýrinum boð
skulu koma hvussu orka og veiting í landinum skal og eigur
at skipast, og soleiðis sum m.a. SEV hevur boðað frá, at
teir ynska at verða 100% grønir í 2030. Men tað letur seg
snøgt sagt ikki gera tí hvørki landsstýrismaðurin, enn
minni Landsstýrið, hevur nakran umhvørvis- ella
orkupolitikk.
Meðan øll lond kring okkum hava lagt til brots at
venda frá fossilu orkuni, og seta í verk eina verkætlan
fyri og aðra eftir, á landi sum á sjógvi, snorksova okkara
lands- og býráðspolitikkarar. Einasta, ið melur í knokkum
teirra, eru milliarda kostnaðarmikil hol í jørðini, at
økja um ferðslu og oljunýtslu fyri at fáa brúkaran at
gjalda íløguna, og annars stuðla undir meirnýtslu omaná
enn meira nýtslu, og uttan íhald.
Meðan klótan er við at kodna í veðurlagsgassum,
lívfrøðin á landi og sjógvi er í fríðum falli, gorra men
og kvinnur um áhaldandi vøkstur og meirnýtslu. Og allir
borgarar skulu koyra til og frá høvuðsstsaðnum..av
Viðareiði og Sumba, tí Javnaðarflokkurin krevur at ALT
skal verða í Havn.
Agenda 21 ST-sáttmálan frá 1992 um burðardygga
menning, ið Landsstýrið samtykti at taka undir við, hava
vit fingið í nýggjum hami nevndur Tey 17 heimsmálini. Men
synd at siga at nøkur av málunum verður tikin uppá tungu.
Samgongan hevur ongar ætlanir um nakra stórvegis
burðardygga menning, enn minni veðurlagsátøk, og andstøðan
er mest sum farin í vetrarsvøvn. Og alt meðan berjist SEV
við almenna umsiting har stjórin "er burturstaddur".
Ein syndarlig støða at tað ikki glógvar í
nøkrum......kanska undantikið einstøkum yngri kvinnum á
Løgtingi.
Kári Thomsen