Praktiskar loysnir ella prinsippir

2019-07-07 19:31

Eg síggi, at forkvinnan í MEGD hevur áheitan um at halda fast um, at allir bussar hjá Bygdaleiðum skulu hava lyftu. Hon brúkar skrekkdømið, at eg í eini tíðindasending í útvarpinum helt, at tað var betri í ávísum økjum í landinum at ein minni bussur t.d. heintaði ein brúkara frá Smyrli og koyrdi viðkomandi beinleiðis til hús, har viðkomandi skuldi, heldur enn at seta ein av á høvuðsvegnum, og so má viðkomandi sjálvur finna útav at koma til hús.

Eg nevndi eisini í hesi vanlukkuligu tíðindasending, at tað var ein sjálvfylgja, at bussarnir á høvuðsleiðunum, t.d. bussarnir til flogvøllin, leið 400 og aðrar høvuðsleiðir høvdu lyftu.

Sjálvandi skulu teir tað. So langt eru væl øll samd.

So eru tað aðrar leiðir (í útjaðaranum), har brúkarin kemur í størstu trupulleikar við prinsippinum hjá MEGD. Eg nevndi sum dømi bygdaleiðir í Suðuroynni, sum koyrir frá og til Smyril, og har tað er mest sannlíkt, at møguligir brúkarar eru. Bygdaleiðir seta fólk av nøkur fá ávís støð í bygdunum, teir koyra ígjøgnum. Støðan er tíverri tann í flestu bygdum, at tað búgva ikki serliga nógv fólk fram við høvuðsvegnum. Tey flestu búgva ovarlaga í bygdunum, serliga tað yngra fólkið, og tí er tað sera trupult at verða settur av á niðasta vegi eitt vetrarkvøld og hava kilometrar eftir fyri at koma til hús. Tað er lítil nytta at standa við ST sáttmálanum í hondini og ikki koma víðari.

Stóru bussarnir hjá Bygdaleiðum sleppa ikki i nærheit av, har flesta fólkið býr.

Tí var og er mín hugsan, at ein minni bussur við allari útgerð eigur at heinta hesar brúkarar frá Smyrli, og koyra tey har, tey skulu. Slíka service eigur mann at kunna veita fólki, sum hava brúk fyri tí.

Onkur segði fyri mær í telefonini eftir tíðindastubban í útvarpinum, at bussurin frá Smyrli, sum

koyrir út á Tvøroyri, koyrir út til Føroya Tele handilin (gamla AT). Tá eru kilometrar eftir út til Froðbiar, og ikki at tala, um ein skal taka Kirkjubrekkuna við. Í Vági er eitt pláss á Løghamar, har bussurin steðgar og setur fólk av. Harfrá kann vera langt eftir í mótbrekku fyri at koma til hús.

Tað gongur upp hjá fólki við øllum førleikum eitt vetrarkvøld at koma síðsta strekkið til hús.

Onkur helt fyri, eftir tiðindastubban í útvarpinum, at nú fært tú av at vita, tí tað ræður um at halda ST sáttmálan. Um brúkarin sleppur til hús ella ikki kemur í aðru rekkju. Rætt fekk viðkomandi.

Eg vil miriliga biðja MEGD um umbering fyri hugskotið. Fyri nøkur eru prinsippuni meir umráðandi enn praktiskar loysnir.

Henrik Old