Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Politistaturin hjá Bárði Nielsen

2020-04-30 11:10

Vit skulu ikki seta teimum, sum koma til Føroya, lógarkrøv, segði løgmaður enn einaferð á tíðindafundinum í dag. Álit er akkerið, helt hann. Tað er tað, vit byggja á. Tí um vit seta teimum, sum koma til landið, lógarkrøv, so gera vit Føroyar til ein politistat.

Hann hevur sagt tað sama fyrr. Hvussu ólukkan kann okkara ovasti politiski leiðari siga sovorðið vrøvl í kringvarpinum? Ikki bara eina ferð, men fleiri ferðir?

Ein politistatur er ta øvuta av einum rættarstati. Í einum politistati kann politiið ella herurin hava eftirlit við fólki, bróta inn til fólk og seta fólk í fongsul uttan greiða lógarheimild.
Í einum rættarsamfelag stýra vit við lógum.

Tað er rætt - og heilt fantastiskt - at álitið millum borgarar er stórt í Føroyum. Og tað er fyrimyndarligt, at vit hava steðgað korona við áliti. Persónliga eri eg eisini glaður um, at vit ikki eru farin so langt við lógarkrøvum, sum tey eru farin aðrastaðni.

Men tað er snøgt sagt ikki rætt, at vit byggja samfelagið á álit. Vit byggja á lógir. Vit mæla ikki bara til, at fólk ikki skulu koyra meira enn 80 kilometur um tíman. Vit áleggja teimum tað við lóg. Hví? Tí at koyra skjótari kann seta onnur í vanda. Vit áleggja enntá fólki at sita í trygdarbelti, hóast tað bara snýr seg um teirra egnu trygd. Vit áleggja fólki alt møguligt við lóg. Tað er við lóg, at vit byggja land. Álitið kemur afturat.

Hesar lógir gera ikki Føroyar til ein politistat. Tvørturímóti. Tær vísa, at Føroyar eru eitt rættarsamfelag.

Um vit við eini demokratiskt viðtiknari lóg áløgdu fólki, sum komu til Føroya, at tey skulu í sóttarhald, so høvdu vit framvegis verið eitt rættarsamfelag. Um vit við harðskapi tvingaðu tey til tað UTTAN lógarheimild, hevði tað mint um tað, sum hendir í politistatum.

Vit kundi eisini gjørt, sum tosað varð um í dag, og við lóg kravt, at øll, sum koma til landið, blivu testað fyri korona triðja hvønn dag í tvær vikur. Tað hevði verið tann smidligara loysnin. Og vit høvdu framvegis verið eitt rættarsamfelag.

Nógv fólk vilja við lóg hava hert eftirlit við ferðafólki, soleiðis at samfelagið kann latast meira upp á tryggari gund. Tað er sera ósakligt av løgmanni at kasta hesum fólkum fyri, at tað er ein politistat, tey vilja hava.

Ein, sum tosar soleiðis, hevur sjáldan síni egnu argument í lagi. Og tað var eisini tann fatan, mann fekk av tíðindafundinum í dag.

Um Bárður veruliga heldur, at vit skulu skipa samfelagið gjøgnum álit eina - hví flytir hann so ikki hetta prinsipp til onnur øki?

Løgmaður kundi byrja við at biðið fólk um sjálvboðið at rinda sín skatt í staðin fyri at brúka verandi "politistatsmetodir", har skattavaldið kemur eftir fólki við lógini.