Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Politikarar, prestar og samkynd

2021-12-09 20:34

Hvat er tað sum ger at ein maður fær sær ein mann í staðin fyri eina kvinnu, og at ein kvinna fær sær eina kvinnu í staðin fyri ein mann?

Jú, hetta kann svarast í stuttum. Tað sum er hent, er, at ein andi úr avgrundini er fluttur inn í hetta menniskja, sum ger at tað við tonkum sínum gera slíkar gerðir sum forkemur tí.

Hetta er ræðulig støða at verða komin í, at hava fingið ein slíkan anda í seg, og tað er ikki lætt at koma burtur úr hesi støðu aftur.

Tað sum er líka ræðuligt er, at ein sum hevur fingið slíkan anda í seg eisini ávirkar onnur til at gera tað sama. Vit hava í dag nógv dømi um tað, og kunnu eisini lesa um hetta í Bíbliuni har nærmast øll fólkini í einum býi, Sodoma, fingu henda sama anda. Flest øll vita hvat hendi teimum.

Øll menniskju verða ávirkað av tonkum, meira og minni, og eisini tonkum sum koma úr avgrundini. Av andum sum koma úr avgrundini eru nógv sløg. Hesir andar kunnu fáa menniskju til at drepa, stjala og dríva hor o.a. Hesir andar royna at ávirka við sínum tonkum, fyri at fáa menniskju, fyrst at hugsa um at gera sum teir vilja, fyri at tey til síðst skulu gera eftir somu hugsan.

Nú eru fleiri politikarar sum siga at tað er í lagi at geva eftir fyri trýstinum frá teim samkyndu. Eisini eru sokallaðir kristnir politikarar sum halda at lógir skulu broytast so at tað verður lógligt at gera sum tey samkyndu ynskja. Teir eru tó sambært Bíbliuni ikki kristnir, men skulu bert eitast fyri at verða tað. Hesir politikarar síggja ikki vandan sum stendst av at góðtaka slíkan ólevnað. Teir halda kanska at Gud er so kærleiksfullur at hann fer at fyrigeva, og vita ikki, ella hava gloymt, at Gud eisini er oyðandi eldur.

Jú, Gud fyrigevur, men um ein ikki vil venda við til Hann frá sínum skeivu hugsanum og gerðum, fæst ikki fyrigeving.

Eisini eru fleiri prestar sum siga at hetta, sum tey samkyndu royna at fáa ígjøgnum, er í lagi, men hesir eru bert prestar orsaka av teirra føstu mánaðarløn. Teir eitast at verða prestar men eru tað ikki. Summir av teimum trúgva heldur ikki at Gud er til. Skriftina kunnu teir ikki skilja, tí teir hava ikki anda Kristusar, og fleiri av teimum vilja heldur ikki hava nakað við Anda Kristusar at gera, og verða ti eisini glataðir um teir ikki venda við.

Tey samkyndu tosa um kærleika til hvønn annan, men út frá skriftini hevur slíkur ólevnaður einki við kærleika at gera, men hevur við girnd at gera í staðin. Ein sum elskar næsta sín roynir jú ikki at forføra hann so at hann endar í helviti.

Vendi tí við til hin livandi Gud og gerið tað sum rætt er, so tit øll kunnu verða bjargað.

Birgir Jakobsen