Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Pensjónsskipan fyri pensjónistin

2019-08-25 16:56
Sosial- og almannapolitikkur - 

Grundupphæddin skal hækkast aftur og mótrokningin fyri arbeiðsinntøku skal avtakast

Grundupphæddin eigur at verða hækkað aftur, so hon er á sama støði, sum áðrenn sitandi samgongan skerdi hana.

Hon eigur at vera hin sama til øll, uttan mun til inntøku annars. Hon byggir á meginregluna um, at øll eru partur av samhaldsfasta samfelagnum, har breiðastu herðar bera tyngstu byrðarnar.

Um vit taka grundupphæddina frá teimum, sum gjøgnum arbeiðslívið hava borið mest til almenna kassan, er skjótt, at samhaldsfasta hugsjónin stendur fyri falli.

Mótrokningin fyri arbeiðsinntøku í fólkapensjónini skal avtakast, soleiðis at tað loysir seg hjá pensjónistum at arbeiða. Samfelagið hevur brúk fyri, at allar hendur eru í sving, og fyri tann einstaka, sum hevur hug og kann arbeiða, er tað balsam fyri sálina, at sleppa at vera í gongd og vera við til virðisskapan í samfelagnum. Hetta skapar eitt størri samfelagsvirði og hækkar um inntøkurnar í almennu kassarnar.

Sambandsflokkurin, ið er ein sosial-liberalur flokkur, heldur, at um øll eiga sama grundleggjandi rætt til grundupphæddina, verður samhaldsfasta hugsjóninn varðveitt í øllum samfelagsløgum, og pensjónistar, sum hava hug at arbeiða skulu ikki mótroknast í fólkapensjónini. Tá er tað eitt virðiligt samfelag fyri øll, eisini pensjónistin.

Bárður S. Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum

RN