Varatinglimur í Sjálvstýri

Peningurin skal fylgja barninum

2019-08-13 08:45

Tað eru nógv foreldur, ið kundu hugsað sær at verið heima eitt sindur longri við sínum smáu, áðrenn tey skulu á dagstovn. Avbjóðingin hjá teimum flestu er tó, at barsilspeningurin bara røkkur til fyrstu 48 vikurnar eftir barnsburð, og tí verður man noyddur at fara útaftur á arbeiðsmarknaðin at tjena til dagsins breyð.

Sjálvstýri vil tí seta á stovn tilboðið “Ansing av egnum børnum”, sum er eitt sera beinrakið átak. Tilboðið gongur í stuttum út uppá, at foreldur kunnu móttaka kommunalt ískoyti fyri at vera heima og ansa sínum egnu børnum, í staðin fyri at bjóða teimum dagstovnatilboð. Tilboðið verður brúkt í ymiskum kommunum í Danmark, har ískoytið er uml. 5-7.000 kr. ummánaðan fyri børn millum 0-3 ár og uml. 3-4.000 kr. um mánaðan fyri børn millum 4-6 ár. Ískoytið kann veitast í upp til eitt ár.

Eitt slíkt tilboð vil uttan iva vera kærkomið hjá nógvum smábarnafamiljum, og gevur foreldrunum ein góðan og fleksiblan møguleika at seta dagligdagin saman útfrá egnum tørvi. Tilboðið vil eisini gera tað, at trýstið inn á kommunalar ansingarstovnarnar minkar nakað, og at kommunur møguliga kunnu útseta nýbygging og útbygging av ansingarstovnum.

Fyri at kommunurnar kunnu veita hetta tilboð, krevst ein broyting í § 3 í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 9. mai 2006. Greinin skal broytast, soleiðis at kommunur framyvir skulu hava møguleika at veita peningaligt ískoti til foreldur, sum ynskja at vera heima hjá børnunum. Undir verandi lóggávu, hava kommunurnar bara loyvi til at veita tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt.

Í Danmark bleiv hetta tilboðið til veruleika í 2002 og nógvar kommunur hava síðan tað valt at gera brúk av hesum, m.a. Odense Kommune. Í samrøðu við hea kommunu kom fram, at tað eru serliga fólk sum flyta til kommununa, ið velja at brúka skipanina, inntil tey hava fingið eitt fast ansingarpláss til barnið. Skipanin er sostatt til stóra hjálp í tíðarskeiðnum tá familjur flyta til. Tað eru í løtuni uml. 40-60 børn ið verða passaði undir hesi skipan, í mun til tey uml. 8.500 ansingarplássini sum kommunan hevur. Tað er tí ikki eitt stórt tal av familjum ið brúka hendan møguleikan.

Tað eru ymiskar treytir ið skulu verða uppfyltar, fyri at foreldur kunnu fáa eina slíka umsókn góðtikna. Foreldrið ið ynskir at vera heima hjá barninum/børnunum, kann ikki fáa forsorgarhjálp, lestrarstuðul ella hava nakra arbeiðsinntøku í tíðarskeiðnum. Foreldrið skal vera búsitandi í Føroyum í tíðarskeiðnum sum ískoytið verður útgoldið, og man hevur rætt til ískoytið so skjótt sum barnið kann setast á bíðilista til dagstovn. Afturat hesum vil familjan fáa vitjanir av einum heilsusjúkrafrøðingi ella øðrum fakpersóni í tíðarskeiðnum. Týttleikin og umfangið av vitjanum verður ásett í játtanini av umsóknini.

Tað eru ongar fíggjarligar avleiðingar fyri landið, av tí at hetta bert er ein lógarbroyting, sum gevur kommununum møguleika at veita tilboðið til sínar borgarar. Tað er tó fult og heilt upp til kommunurnar, um tær velja at veita hetta tilboð ella ikki, eins og tað er upp til kommunurnar, hvørjir ískoytissatsir skulu vera galdandi og hvussu langt tíðarskeiðið skal vera.

Uppskotið hevur til endamáls at geva foreldrum møguleika at vera longri heima við børnunum, umframt at geva foreldrum ein meira fleksiblan møguleika at seta dagligdagin saman sum er best fyri tann einstaka. Tilboðið vil eisini koma væl við hjá familjum ið velja at flyta til Føroya, men sum ikki hava fingið dagstovnapláss til børnini uppá pláss.