Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Pengar játtast til grótkastið í Skopun

2019-08-08 14:40

Sandoyartunnilin nærkast, og tað eru umleið 4 ár til Teistin gevst at sigla uppá Skopunarhavn.

Ognarviðurskiftini í havnini í Skopun eru soleiðis, at kommunan eigur lendið undir bilrøðunum og stoypta keiplássið, meðan landið eigur grótkastið, bæði tað norðuri á Skerinum, tað sum í dag er skolað burtur, og tað syðra stóra grótkastið.

At landið hevur latið grótkastið á Skerinum fara í havið, uttan at hava lagt tað aftur, hevur broytt sjógangin, soleiðis at størra grótkastið eisini hevur fingið stóran skaða.

Nógvir stórir steinar eru burtur í grótkastinum í syðra borði á innsiglingini, og har ið 3 metrar fyrr vóru inná tað smáa grótið í grótkastinum, er nú bara 1 metur eftir.

Alt hetta vil siga, at kemur eitt ordiligt brim í vetur, kann roknast við at alt dekkgrótið er burtur, og tað byrjar at máa burturav tí smærra grótinum inni í grótkastinum. Tá sigur tað seg sjálvt, at tá gongur bara stutt tíð, so er skaðin so stórur, at ógjørligt verður at sigla inn hjá stórum skipum.

Harumframt er stóra grótkastið illa farið uttan, nógvir stórir steinar eru burturskolaðir, og á innaru síðuni á grótkastinum er støðið við at máa undan í trimum støðum. Alt vegna vantandi viðlíkahald.

Hetta er alt ogn hjá landinum sum her talan er um, og tí er tað ein almenn skylda at taka hetta mál í álvara.

Kenni eg skipanina rætt, so fer landið at gera tað sum landið megnar, fyri at trýsta hesa ogn yvir á Skopunar kommunu. Hvat kommunan sigur um tað veit eg ikki, men eftir mínum tykki fer hetta at tyngja kommunukassan í Skopun so nógv, at rætt er ikki at kommunan yvirtekur ognirnar, tá Teistin gevst at sigla.

Heldur eigur landið framhaldandi at eiga ognina, og halda hana betri viðlíka enn hon verður hildin í dag.

Fái eg møguleikan, fari eg beint eftir valið at taka hetta málið upp í politiskum høpi á Tingi, og arbeiða fyri at serstøk játtan verður latin til hetta endamál.

Eg fari at arbeiða fyri, at grótkastið á Skerinum verður lagt aftur, og sikrað við ketum, soleiðis at tað ikki fer aftur.

Eisini fari eg at arbeiða fyri, at sárini í størra grótkastinum verða gjørd aftur, og støðið sikrað undir grótkastinum.

Somuleiðis má siglingarrennan ruddast ordiliga, ikki sum nú, har man bara flytir runt við teimum steinum sum nú einaferð eru komnir at liggja har úr grótkastinum.

Hetta vil eg arbeiða hart fyri, um eg fái møguleikan eftir valið.

Brandur Sandoy
Valevni Fólkafloksins