Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Foreldur míni vóru Bergfríða og Hans Thomsen. Eg havi gingið í Tórshavnar Kommunuskúla, verið samfelags-málsligur studentur í Hoydølum og havi nomið mær tónlistarliga útbúgving við Rytmisk Musikkonservatorium í Keypmannahavn við diplomi í gittarspæli. Eg havi arbeitt sum tónleikalærari í Danmark og Føroyum, og í løtuni arbeiði eg sum teknikkari í Kringvarpinum og sum sjálvsstøðugur tónleikari. Eg livi saman við damuni Anniku og 11 ára gomlu Følv. Vit búgva í miðbýnum í Havn. 19 ára gamli sonur okkara, Hans Andrias, er farin niður til Århus at lesa HF.

Eg fokuseri á miðbýin, mentan, list, útbúgving, bústaðir og vinnulív.

Vónandi hugsar tú um meg í atkvøðuboksini tann 13. novembur. Alt tad besta! :-)

Pedagogar og fyrireikingartíð

2012-11-12 07:23

Børnini eru tað dýrabærasta, vit eiga. Tey skulu yvirtaka okkara samfelag, tá ið okkara tíð einaferð er runnin. Børnini eru stóran part av degnum í dagstovni - tí er tað umráðandi, at pedagogarnir, sum hava ábyrgdina av teimum, fáa virðiligar sømdir, so børnini kunnu fáa ein kvalitativan gerandisdag.

Pedagogarnir vóru fyrr í árinum í drúgvum verkfalli, men fingu kortini ikki fyrireikingartíðina, tey søgdu seg hava fyri neyðini. Síðani skilst, at aðrar kommunur enn Tórshavnar Kommuna hava fingið hesi viðurskifti í rættlag. Er tað rætt, at Tórshavnar Kommuna skal vera eftirbátur á barnaansingarøkinum?

Eg havi áður verið inni á hesum við raðfesting av kommunalum skattapengum - tað velst jú um hvørji virði, man vil hava. Fyrireikingartíðin hjá pedagogunum er í mini verð ein íløga í børnini, sum skulu mynda framtíðina. Tí eigur hetta at verða sjálvsagdur partur av fíggjarætlanini hjá kommununi.

Hetta við fyrireiking er avgerandi fyri, at eitt arbeiði kann verða gjørt á fullgóðan hátt. Hetta ásanni eg sjálvur, eftirsum eg havi arbeitt í musikkskúla, har fyrireiking er sjálvsagdur partur av arbeiðnum. Fyri hvønn hálvan undirvísingartíma i tonleiki er ein hálvur tími til fyrireiking. Somuleiðis hava lærarar eisini fyrireikingartíð í sínum arbeiði. Fyri hvønn undirvísingartíma á 45 minuttir hava tey 30 minuttir til fyrireiking (egintíð). Pedagogarnir hava, sum er, bert 1 tíma um vikuna til fyrireiking og vilja hava 2 tímar afturat. 3 tímar um vikuna - hetta er ikki tað stóra! Tað kostar kommununi eitt stað millum 2 og 3 milliónir um árið.

Landsstýrið sigur við flatskattinum, at "tað skal loysa seg at arbeiða". Hetta man so ivaleyst merkja, at enn størri krøv verða sett til barnaansing - og tískil sjálvandi eisini fyrireiking. Come on, latið tí pedagogarnar - og børnini - fáa frægari sømdir, enn tey hava í løtuni!

X-børnini, X-framtíðin, X-Leivur Thomsen, ein fittur politikkari :-)

 Les meira: http://www.politikkur.fo/vis-leivur+thomsen-greinar