Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Passiva atkvøðan hjá Mette

2019-05-29 14:01

Sjúrður Skaale hevur framvegis ilt av, at Tjóðveldi ætlar sær at seta krøv um føroysk tjóðarrættindi, fær flokkurin møguleikan eftir valið.

Sjálvur hevur hann lovað høgt og heilagt, at hann verður samrunnin partur av reyða blokki eftir valið - uttan treytir.

Á hendan hátt hvørvur hann inn í danskan politikk sum ein passiv atkvøða hjá Mette Frederiksen. Lýdnari sambandsmann kann Mette neyvan ynskja sær.

Hjá Tjóðveldinum er stevnan greið:

Eftir at Javnaðarflokkurin í 10 ár fyrigyklaði fólki, at Danmark hevði staðfest hjá ST, at Føroya fólk hevur evsta vald í Føroyum, kom sannleikin fyri ein dag í fólkatinginum í fjør.

Tað passaði ikki.

Vit ætla at fáa málið upp á pláss sum skjótast eftir valið. Staðfestast skal fyri øllum heimsins londum, at evsta valdið í Føroyum er hjá Føroya fólki - og ikki fólkatinginum.

At fáa hetta gjørt hevur skund, tí sjálvsavgerðarætturin hjá statsleysum tjóðum er undir hørðum trýsti í Evropa.

Eitt gott dømi um tað er vitjanin hjá Løkke í Føroyum.

Umboðandi statsliga yvirvaldið leggur hann seg bragdliga út í okkara fólkaræði við valfundi fyri at varðveita danskt vald í Føroyum.

Hann eigur at fáa eitt aftursvar mikudagin - eina frælsa rødd á fólkating.

Magni Arge, valevni hjá Tjóðveldinum