Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Passa tú títt Tobbi!

2020-09-04 06:34

Torbjørn Jacobsen átti fyrst at hugsavna seg um at fáa betur rakstur í egnari kommunu, heldur enn at leggja eftir hinum kommununum, fyri onkursvegna at leggja hesar undir bert at hugsa um egið kongaríki.

Í Runavíkar kommunu starvast 26 starvsfólk í umsitingini. Í Runavíkar kommunu búgva áleið 4200 borgarar. Í Eiðis kommunu starvast í dag 2 persónar í umsitingini. Í kommununi búgva 770 borgarar.

Skuldu lutfalsliga líka nógv fólk starvast í umsitingini hjá Eiðis kommunu, sum tað gera í Runavíkar kommunu, skuldi starvsfólkatalið í umsitingini í Eiðis kommunu verið tríggjar ferðir hægri.

Tá ein sær hesi tøl, er einki løgi í, at Runavíkar kommuna hevur eitt hitt hægsta skattaprosenti í landinum.

Tað er ein floskil at siga, at kommunurnar mugu vaksa fyri at effektivisera umsitingarnar. Júst Runavíkar kommuna er eitt skúladømi um vánaliga effektivisering.

Runavíkar kommuna krevur áleið 14% meiri frá sínum skattgjaldarum enn Eiðis kommuna ger.

Sambært útsøgnunum frá Tobba átti hetta als ikki at verið neyðugt. Runavíkar kommuna átti at havt munandi lægri skattaprosent enn Eiðis kommuna.

Samstarv heldur enn samanleggingar. Landið eigur undir ongum umstøðum at lóggeva kommunusamanleggingar, heldur átti Løgtingið at givið kommununum uppaftur størri frælsi at tæna sínum borgarum.

Á rokniarkinum er tað takksamt at tosa um effektiviseringar í samband við kommunusamanleggingar, men veruleikin er ein annar. Eiðis og Runavíkar kommunur eru eitt gott dømi um hetta.

Eiðis kommuna er klár at lofta øllum teimum útleggingum, sum landið kemur við, antin sjálv, ella í sjálvbodnum samstarvi við aðrar kommunur.