Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligan stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar

Óvirðilig fólkatingsumboð útstilla føroyingar sum stakkaladýr

2016-10-16 20:47

Fullveldisumboð Javnaðarfloksins á Fólkatingi málar eina skammiliga og spottandi mynd av sínum landsmonnum

Tað er komin sportur í, frá Fólkatingsins røðarapalli, at útstilla føroyingar sum ódugnaligar og óhjálpnar. Og tað ringasta er, at tað eru føroysku fólkatingsumboðini, ið íðka hesa ítrótt.

Ongin undrast á, at tjóðveldisumboðið dagliga ger sær sjálvum og Føroyum fyri skommum. Tað er sjálv missiónin hjá tí flokkinum í Danmark. Umframt, sjálvandi, at súgva sum mest av donskum skattakrónum til flokskassan og propaganduna hjá Tjóðveldi.

Tó má tað undra mong, at Javnaðarfloksins umboð heldur sínar landsmenn fyri gjøldur.

Óvirðilig umboð

Eitt nú skýrir hann føroyingar at vera sum fuglar, ið verða fóðraðir, og tí ikki duga at finna sær føðina sjálvir. Hetta skal eitast at vera ein mynd uppá effektina av ríkisveitingini. Og hann málar eisini eina mynd av føroyingum, sum nakrir, ið ikki duga at ganga sjálvir, tí ríkisveitingin skal vera sum ein rullitrappa.

Álvaratos, hetta er óvirðiligt út um alt mark. Føroyingar eru millum raskastu fólk og arbeiða sum fyri lívinum. Sjúrður átti at sett navn á tey, hann spottar.

Javnaðarflokkurin svíkir sínar veljarar

Ríkisveitingin er ætlað til føroyska heilsuverkið, pensjónir, serforsorg o.a. Hetta eru gjaldsskyldur, sum danski staturin hevur í felagsmálum, og sum ikki eru yvirtikin. Hví er Javnaðarflokkurin ímóti fígging til vælferðina í Føroyum?

Veljarar hugsa sítt. Ikki minst tey, ið lótu seg lokka av Javnaðarflokkinum á seinasta løgtings- og fólkatingsvali.

Tá seldi hann seg sjálvan sum samríkisflokk. Nú gongur sjón fyri søgn. Fullveldisumboð Javnaðarfloksins á Christiansborg ikki bert útstillar føroyingar sum stakkaladýr. Nei, tað er eisini merkisvert, at eitt umboð fyri Javnaðarflokkin fegnast um niðurskurð og ynskir ríkisveitingina burtur.

Var hetta tað, ið Javnaðarflokkurin fór til val uppá? Nei, tvørturímóti. Og tí kunnu vit av røttum siga, at flokkurin svíkir sínar veljarar.

Verið nú erlig

Heldur enn at lata fólkatingsumboðið dríta í egið reiður, eigur Javnaðarflokkurin erliga at greiða fólki frá um ríkisveitingina og avleiðingunum, um tjóðveldisgrundlógin verður samtykt, og loysingin gerst veruleiki.

Tað stutta av tí langa er, at tá fer at mangla uml. EIN MILLIARD Í REINUM PENGUM HVØRT ÁR. Umframt at hetta fyllir meira enn tvær milliardir í BTÚ og fíggjar uml. 20 prosent av útreiðslum landskassans. Hetta er samlaða upphæddin, sum ríkið leggur eftir seg í Føroyum.

Hvussu vil Aksel fíggja hesa árligu milliardaupphædd?

Hvussu langt skulu føroyingar niður í livifóti og vælferð?

Hvussu nógv fer skatturin at hækka?

Bakbit

Uttan iva hevur fullveldisumboð Javnaðarfloksins á Fólkatingi hildið seg vera skemtiligan á røðarapalli Fólkatingsins, tá ið ríkisveitingin var til viðgerðar.

Fakta er, at hann, politiskt, bítur føroyingar – og ikki minst samríkissinnað javnaðarfólk – í bakið.

Edmund Joensen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin