Òsømiligt og grovt álop á okkara eldri borgarar, Heðin Mortensen

2012-10-15 17:22

Nú skal eg ikki avgera hvussu borgarstjórin í størstu kommunu í landinum velur at føra sítt valstríð, men tað er bæði ódámligt og óvirðiligt at gera eldri fólk bangin og óttafull bert fyri at profilera seg til eitt komandi býráðsval og enntá við eirindaleysum uppáhaldum um sparingar á eldraøkinum. 


Heðin Mortensen sigur m.a., at landsstýrið hevur ætlanir um at niðurleggja 25 búpláss á sambýlum í Tórshavnar kommunu tey næstu 3 árini. Hetta er fullkomiliga burturúr vón og viti. Um Heðin Mortensen hevði eitt sosialt hjarta vóru hesi orð betur ósøgd. Hvat heldur tú Heðin Mortensen, at tey menniskju, sum búgva í sambýlum í Tórshavnar kommunu, í tínari kommunu, sita og føla beint nú ?


Tey eru bangin og óttafull um tað nú verða tey, ið verða koyrd úr teirra heimi. Eg skal bert bera tey boðini til hesi fólkini, ið búgva í sambýlum bæði í Tórshavnar kommunu og kring alt landið, at ”ONGIN VERÐUR KOYRDUR ÚR SÍNUM HEIMI”, so skuldi tað verið sligið fast við sjeytumma seymi. 


Talan hevur verið um at umskipa eitt sambýli í Tórshavnar kommunu til eitt dagtilhald fyri dement og hetta á ein lagaligan hátt, har ongin bleiv fluttur úr sínum heimi. Eitt sambýli, ið varð góðkent, inntil Boðanesheimið stóð liðugt. Hetta tí, at mín grunnleggjandi fatan er, at vanlig ótíðarhóskandi sethús, sum í flestu førum hýsa upp í 8 fólkum ikki eru egnaði sum bústaðir til okkara eldri borgarar í framtíðini, men kunnu ístaðin nýtast til eitt nú dagtilhald fyri til dømis fólk við demens. 


Hetta setti borgarstjórin seg ímóti vísandi til manglandi pláss í kommununi og tað tók eg til eftirtektar. Men ístaðin fyri at fara inn í ein konstruktivan dialog við landsstýrið um, hvussu vit kunnu gera tað betur fyri okkara borgarar í framtíðini, hevur borgarstjórin valt eina heldur ótraditionella og ókonstuktiva tilgongd til málið, har hann skjýtur frá hond við leysum uppáhaldum.


Kring landið hava vit tó fleiri frálík sambýli, ið eru bygd til endamálið, tí kommunurnar kring landið hava raðfest eldraøkið ovarliga og harvið givið okkara eldri borgarum góðar umstøður. Tað er harmiligt, at Tórshavnar kommuna ikki hevur raðfest hetta líka nógv, og hevur hildið seg til sethúsaloysnir, ið eru at meta sum lappaloysnir. 


Eg meti ikki hetta vera hóskandi at bjóða okkara eldri borgarum í 2012. Men sum við so mongum, tá man er komin inn í eitt slíkt sambýlið, so verður tað til heimið hjá viðkomandi, og man verður glaður fyri at vera har, kanska einamest, tí vit hava framúr góð starvsfólk, sum taka sær av teimum. Hetta virði eg fult og heilt, og tí skal ongin verða koyrdur út úr sínum heimi ímóti sínum vilja. 


Sum longst í egnum heimi
Samgongan og landsstýrið hava í figgjarlógini raðfest umleið 112 nýggj røktarheimspláss í Vestmanna, Klaksvík og Tórshavn. Her er talan um nýggjar raðfestingar á fíggjarlógini uppá áleið 53 mió. kr. brutto. Persónliga meti eg, at vit í framtíðini ikki eiga at byggja fleiri nýggj røktarheim, men heldur stuðla teimum eldri at búleikast í egnum heimi. Mín visjón fyri eldraøkið er, at tey eldri skulu búgva sum longst í egnum heimi. 


Men hetta krevur sjálvsagt, at fyriskipanir kring tey eldri verða raðfest, eitt nú dagtilhald har venjingar kunnu fara fram og har tey eldri kunnu vera saman sosialt.Tí hava vit eisini sett 7 mió á fíggjarlógina til endurmenning, sum netupp skal vera við til at strimbra tey eldri, so tey kunnu búleikast longri í egnum heimi. Harumframt er eisini neyðugt at byggja fleiri hóskandi íbúðir til eldri í sámuligari stødd og við sámuligum prísi. Bústaðarpolitikkur landsins, sum verður almannakunngjørdur um skamma stund leggur eisini upp til hetta. At kunna vera í egnum heimi merkir somuleiðis, at vit hava eina vælvirkandi heimatænastu. Heimatænastan er ikki skerd soleiðis, sum Heðin Mortensen førir fram. Men meginreglan fyri, hvussu tann fíggjarliga fordeilingin hevur verið, tá ið nýggj røktarheimspláss eru bygd og tað minkar tilsvarandi í heimatænastuni, er varðveitt. 


Hendan meginreglan bleiv innførd langt áðrenn mína tíð sum landsstýriskvinna. Talan er tó ikki um eina skerjing á tí samlaðu játtanini til heimatænastuna á fíggjarlógini komandi ár, tí samstundis hava vit lagt upp fyri øktum tali av eldri í framskrivingunum. Tó verða sparingar gjørdar m.a. í leiðslubygnaðinum, sparingar við nýggjari tøkni og niðurlegging av dubultkømrum og evt umskipan av einum sambýli kann eisini koma uppá tal. Hetta skal spara íalt 7 mió. kr


Demens er ein ovurstór avbjóðing
Hóast okkum tørvar hagtøl fyri fyri demens í Føroyum, so er ein leyslig meting, at talan er umleið 800 føroyingar, ið hava demens, og við øktum tali av eldri borgarum fer talið at veksa í framtíðini, og leysliga mett er talið av fólkum við demens 1600 í 2022. Harumframt skulu vit minnist til familjuna, ið eisini verður rakt av, at ein av teirra gerst dement/dementur. Vit verða noydd til at taka hesa avbjóðing í størsta álvara, tí hetta verður ein risastór fíggjarlig avbjóðing og ikki minst ein avbjóðing í menniskjaligum kapitali.


At tað er skilagott at raðfesta dagtilhald fyri eitt nú dement framum røktarheimspláss og ótíðarhóskandi sambýli, er dagsprísurin eisini eitt gott dømi um. Prísurin fyri eitt ellis- og røktarheimspláss er umleið 500.000 kr. brutto um árið í rakstri, meðan prísurin fyri eitt pláss á einum dagtilhaldi fyri dement er 125.000 kr. brutto um árið í rakstri. Tvs tú røkkur einum breiðari skara fyri færri pengar, og tað at tað er møguligt at búgva í egnum heimi i eitt longri tíðarskeið. 


Tað er vísindaliga prógvað, at tað ber til at búgva upp í 5 ár longri í egnum heimi við demens, um tú hevur eitt dagtilboð í dagtímunum. Somuleiðis avlastar hetta eisini familjuna, sum er um tann minnisveika. Eg fegnist veruliga um, at tað er eydnast okkum, hóast sera trongu fíggjarligu karmarnar at fáa 1 mió. til dagtilhald fyri dement á fíggjarlógina fyri 2013. Hetta fara millum 10-12 fólk við demens og teirra familjur at fáa gleði av.


Hvat vilt tú sjálvur Heðin !

Vanligt var, at tá man førir valstríð, førir man síni sjónarmið fram um, hvussu man ynskir, at eitt øki verður raðfest. Hvørjar tankar og ætlanir man hevur á økinum, 

nú ætlanin er at geva kommununum fulla ábyrgd av eldraøkinum. Hetta kundi verið áhugavert at fáa at vita frá borgarstjóranum í høvuðsstaðarkommununi. Hjá borgarstjóranum var ongin politikkur at hóma á eldraøkinum, ongar visjónir, men bert eitt ússaligt álop á landsstýrið um skerjingar, sum onki hald hava í veruleikanum. 


Annika Olsen, landsstýriskvinna