Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligan stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar

Óprofessionelt og pínligt

2013-01-07 21:37

Tilvitað politiskt drál í landsstýrinum ber nú í sær, at ríkisveitingin fyri januar og februar neyvan verður tøk fyrr enn í mars 2013

- Hetta er óprofessionelt og pínligt.

Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins, nú tað er greitt, at ríkisveitingin fyri januar og februar 2013 neyvan kann útgjaldast fyrr enn í mars.

Sostatt skal landskassin bíða eftir einari upphædd, sum kann strekkja seg úr 105 upp í 158 mió. kr., umframt rentur. Ríkisveitingin til Føroya er tilsamans 632,2 mió. kr.

Á hvørjum ári er greitt, at ríkisveitingin skal ásetast og gjaldast rættstundis. Skjøl, sum Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur fingið innlit í, vísa, at landsstýrið kortini hevur bølt oman á málinum.

Í september 2012 kom ein áheitan frá stjórnini um at fáa eitt upplegg frá landsstýrinum um støddina á ríkisveitingini. Svarið kom ikki fyrr enn mánaðarskiftið november/desember 2012.

- Upphæddin, sum nú fer at resta í, koppar tíbetur ikki fíggjarlógini. Pengarnir verða útgoldnir afturvirkandi, men slíkt óskil eigur ikki at koma fyri frá landsstýrisins síðu.

- Øll í politiska umhvørvinum vita, at seinkingin kemst av stríði um vald í samgonguni. Summi brúka hana sum jarnbrot til at trýsta ávís mál ígjøgnum politisku skipanina, vísir Edmund Joensen á.

Hann roknar við, at ríkisveitingin aftur skal brúkast í politiskum trýsti, áðrenn veitingin skal samtykkjast í Løgtinginum í vár.

Ríkisveitingin til Føroya verður vanliga útgoldin í mánaðarligum gjøldum, sum í ár eru knappliga 53 mió. kr.

Í ár eru samlaðu útreiðslurnar hjá danska statinum 1.054 mia. kr. Sostatt er ríkisveitingin 0,6 promill av samlaðu útreiðslunum.

Les brævaskifti millum Jørgen Niclasen og Bjarni Corydon á www.edmundjoensen.fo