Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Opinleiki og trivnaður

2012-11-03 21:42

Vit hava seinastu árini sæð stóra afturgongd í fólkatalinum her á landi. Hetta er alt annað enn gott fyri okkum, sum her búleikast.
Sørvágs Kommuna hevur eisini mist fleiri borgarar, eisini sjálvt um vit her hava havt ein tann størsta pengakassan í landinum.

Rættuliga nógvar milliónir krónur, góðar 70 milliónir, eru seinastu árini brúktar, og til hvat, kann so spyrjast. Jú, millum annað til grót og grót og grót og skúla, barnagarð, hitaskipan, vatn og grót og grót....... Gamaní, sumt av tí, ið gjørt er, er tiltrongt og gott , men er tað nóg gott? Síggjast allar hesar nógvu milliónir krónurnar aftur? Hava vit sum borgarar fingið nóg nógv burturúr?

 
Opinleiki og trivnaður
Eg fari at lova tær, at um eg verði valdur inn, so fari eg at gera alt tað, eg kann, fyri at kommunan skal verða meira opin og vinarlig ímóti øllum, sum annaðhvørt bara koma á gátt, ella sum gera av at búsetast í kommunini.
Sørvágs kommuna skal verða ein kommuna, sum fólk sjálvandi velur til og ikki ein kommuna, sum fólk velur frá. Heldur enn at fólk snara bilin til vinstur uppi á Hálsi til flogterminalin fyri at flyta av landinum, skulu tey gera av at koyra beint fram og seta búgv í okkara kommunu.
Her er og skal verða rúm fyri øllum.

Ynskir tú broytingar og framburð?
Eg bjóði meg fram.

X við meg ella Lista B