Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Opin spurningur til Margit Stórá

2021-10-31 19:46

Fríggjadagin 29. oktober lýsti Landssjúkrahúsið á sínum Facebook-vanga eftir sjúkrarøktarfrøðingum og sjúkrarøktarføðilesandi at taka eyka vaktir á koronu-deildini á Landssjúkrahúsinum.

Í tíðindunum í KvF á middegi leygardagin endurtók varastjórin á Landssjúkrahúsinum, Margit Stórá, at tey leita eftir sjúkrarøktarfrøðingum og sjúkrarøktarfrøðilesandi at taka vaktir á deildini.

Varastjórin vísti á, at onkrar umsóknir eru komnar, men ikki nógvar. Deildin er mannað, segði hon, men hon vildi ynskt, at tey høvdu nøkur fólk at ringja til, um trýstið á koronu-deildina verður størri.

Í tíðindunum í KvF segði Margit Stórá eisini, at tey hava brúkt sjúkrarøktarfrøðilesandi á deildini. Tey lesandi kunnu ikki gera allar uppgávurnar, men tey kunnu vera ein hjálp, legði hon aftrat.

“Tað, sum vit royna at tryggja okkum, er, at vit hava nøkur fólk, sum vit kunnu ringja til - og møguliga læra upp, um tað er tað, sum skal til...” segði varastjórin á Landssjúkrahúsinum í tíðindunum.

Sum virkandi forkvinna í Heilsurøktarafelagnum tykir tað mær løgið, at Margit Stórá slett ikki nevnir heilsurøktarar í hesum sambandi yvirhøvur, tí tað kann ikki vera nøkur loyna, at heilsurøktarar eru minst líka so væl egnaðir til tær uppgávur, sum eru á koronu-deildini, sum eitt nú lesandi eru.

Vit meta, at okkara limir hava góðar førleikar at røkja hesar uppgávur, sum Landssjúkrahúsið spyr eftir. Tí undrar tað okkum í Heilsurøktarafelagnum, at okkara limir slett ikki vera nevndir í hesum sambandi.

Heilsurøktarafelagið
Bingerð H. Fosságil,
virkandi forkvinna