Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Opið bræv til Undirvísingarstýrið

2022-08-17 16:42

Føroya Lærarafelag vil við hesum átala viðgerðina hjá Undirvísingarstýrinum í málinum um starvsfólkaviðurskiftini í Vestmanna skúla, og serliga ta viðferð, varaskúlastjórin og lærarar skúlans hava fingið frá Undirvísingarstýrinum.

Sum tað sæst í skjølunum frá Undirvísingarstýrinum, hevur Undirvísingarstýrið, í telefonsamrøðu við skúlastjóran, longu tann 20. januar 2022 fingið at vita, at ósemja er millum skúlastjóran og varaskúlastjóran. Eftir hetta hevur verið eitt tætt samskifti millum Undirvísingarstýrið og skúlastjóran. Í hesum tíðarskeiði hevur Undirvísingarstýrið ongantíð vent sær til varaskúlastjóran ella nakran av lærarum skúlans fyri at hoyra teirra fatan av hesi ósemju. Undirvísingarstýrið tekur samanum í hesum máli bert við at hava hoyrt ein av pørtunum. Við at lýsa málið bert frá einari síðu, ger Undirvísingarstýrið lærarunum og varaskúlastjóranum órætt.

Tað er ikki góður fyrisitingarsiður, at allir partar í einum máli ikki verða hoyrdir um viðurskifti, sum beinleiðis viðvíkja teimum. Í slíkum førum skal myndugleikin ikki bara hoyra um faktiska grundarlagið í málinum, men eisini um metingina í málinum, t.v.s. um grundarlagið fyri ætlaðu avgerðini. Ein víðkað hoyringarskylda er eisini galdandi í málum, har ein myndugleiki skal avgera eina tvístøðu millum fleiri partar. Ein slík partshoyring er ein so neyðugur og týðandi partur í málsupplýsingini av málinum, og spurnartekin kann setast við um tað faktiska grundarlagið í hesum máli er rætt.

Føroya Lærarafelag fer at heita á Undirvísingarstýrið at vísa varaskúlastjóranum og lærarunum virðing og viðgera málið av nýggjum.

Vinaliga
Jacob Eli Olsen
Formaður