Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Onki um okkum – uttan um okkum!

2021-12-08 18:51

Ein seinnapart í desember ætlar landsstýrið at bukka fyri donsku krøvunum um at seta ein hernaðarradara upp í Føroyum. Uttan um Løgtingið. Uttan um fólkið. Uttan nakra demokratiska viðgerð. Og so fara tey at fortelja okkum, at vit skulu fáa nakrar glasperlur afturfyri

Fólkaræðið í Føroyum hevur neyvan nakrantíð verið so traðkað undir mold, sum undir sitandi landsstýri og samgongu. Bara seráhugamál hjá einstøkum landsstýrisfólkum, fyritøkum og elafáum fólki í landinum, stýra tilvildarligu avgerðunum.

Onki mál og ongin hugsjón fyri landið og samfelagið. Ongin ætlan ella nøkur felags virði og rættartrygd fyri fólkið í landinum. Hygg bert eftir fiskivinnuni, koronutiltøkunum, bústaðarmálum, fíggjarmálum, lønarmálum, mentamálum minnilutarættindum, starvssetanum, samferðslumálum og so framvegis.

Og meðan landsstýrisfólkini halda seg vera kongar í Føroyum, krúpa tey fyri stórkapitalinum og fyri øðrum í uttanríkispolitikki og mótvegis donskum myndugleikum.

12 tímar at selja okkum fyri glasperlur
Nú ein seinnapart í desember, kemur danski verjumálaráðharrin til Føroya. Dagin eftir ætlar hon at undirskriva eina avtalu um at Danmark skal seta ein hernaðarradara upp í Føroyum.

Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum fær 12 tímar til at siga ja og kíka tað, sum danskir fólkatingspolitakarar boðaðu frá á einum tíðindafundi í donskum sjónvarpi fyri einum góðum mánaða síðani. Uttan at Løgtingið visti nakað sum helst. Í Uttanlandsnevndini hevur samgongan 5 av 7 nevndarlimum. Løgtingið sum lóggávuting hevur als ikki viðgjørt málið ella tikið nakra avgerð.

Men nú fara tey at siga – eins og tá ið hjálandaveldini fóru út í heim at bjóða glasperlur til tey innføddu afturfyri at taka teirra land: Jú, men føroyskar fyritøkur skulu kanska sleppa at byggja okkurt í okkara egnu fjøllum. Og tit kunnu kanska sleppa at brúka okkurt í radaranum til føroyskt virksemi. Og vit kunnu kanska læra onkran av tykkum innføddu upp til at skilja og brúka okkurt av útgerðini.

Hetta er okkara land, okkara sjógvur og okkara loftrúm
Vit mugu nú vakna og mótmæla. Tí veruleikin er:

  • Føroya fólk og Føroya Løgting hava ongantíð samtykt at geva nøkrum rættin at seta hernaðarútgerð upp í okkara landi.
  • Vit hava verið brúkt sum ein finna í einum hernaðarpolitiskum talvi í hálva øld og vóru gjørd til bumbumál – har Danmark spardi minst 85 milliardir krónur í hernaðargjøldum mótvegis NATO bara frá 1976-1989 við at brúka Føroyar og Grønland sum mótgjald.
  • Nú endurtekur Danmark talvið: USA og NATO trýsta danir at gera okkurt í Norðuratlantshavi. Tey lova ein sonevnda “arktiskan kapacitetspakka” í Føroyum og Grønlandi fyri 1,5 mia. kr. í íløgum. Hetta eru jú smápengar í mun til, hvat tey spara við at brúka okkum mótvegis NATO.
  • Danmark hevur langt síðani játtað at gera hetta mótvegis USA og NATO – uttan at føroyingar eru spurdir ella kunnaðir.
  • Síðani hevur bara rátt um at spæla ein sjónleik, har løgmaður og landsstýrið sjálvandi langt síðani hava boygt ryggin og spæla sín leiklut við at taka ímóti glasperlunum og siga takk fyri.
  • Og teir føroysku fólkatingsmenninir spæla glaðbeintir sín leiklut, har teir á hvørjum ári fáa nakrar glasperlur at vísa fram fyri føroyingum, sum teir rokna við fara at geva sær persónliga atkvøður til at halda fram við sjónleikinum.

Løgtingið er fullkomiliga sett út av spælinum og missir ikki bert avgerðarrættin um, hvør kann seta hernaðarútgerð upp í landinum, men eisini til dømis á menta- og ítróttarmálum, har nú danska fólkatingið við donskum pengum skal leggja seg út í, hvat skal gerast á okkara yvirtiknu málsøkjum.

Alternativið er at vit skulu sjálv taka ábyrgdina
Og alternativið? Ja, Tjóðveldi hevur seinasta góða árið havt tvey uppskot á Løgtingi um, hvussu vit skulu viðgera og taka avgerðir um slík mál sum vaksin og sjálvstøðug fólk í heiminum (tey vóru feld av samgonguni):

1. Bert Løgtingið og Føroya fólk kann samtykkja og gera av, hvussu hvussu okkara land skal brúkast í hernaðarmálum og við hernaðarútgerð í okkara landi, okkara sjógvi og okkara loftrúmi.

2. Vit skulu taka ræðið á okkara egna loftrúmi, og sjálv byggja ein aktivan loftferðsluradara til okkara egnu flogferðslu og til eftirlit og tænastu við flogferðslu í okkara egna loftrúmi. Tað ber væl til – og Vørn hevur longu kannað og gjørt ætlan fyri, hvussu hetta kann gerast og fíggjast. Hetta kann eisini skapa hópin av fakligum størvum í Føroyum, har vit fáa inntøkurnar av loftferðslueftirliti, sum í dag fer til Danmarkar og til Íslands.

3.Vit skulu sjálv samráðast við NATO og USA um tørvin hjá teimum á loftferðslumyndum frá einum aktivum radara – eins og Ísland ger. (Løgmaður hevur júst verið í NATO – hví tosaði hann ikki beinleiðis við teir um hetta vegna Løgtingið).

Standið saman um okkara fólkaræði!
Tvørturum øll floksmørk eiga vit sum minsta mark at standa saman um, at tað eru bert vit og okkara myndugleikar, sum kunnu viðgera og taka hesar stóru avgerðir. Og taka ábyrgdina av teimum

Vit mugu rætta ryggin og siga hart og greitt: Onki um okkum – uttan um okkum!

Høgni Hoydal