Onki bankavirksemi í oynni

2013-02-01 04:30

Nú eitt ár er farið síðani Bank Nordik gavst við virksemi sínum á Sandoynni, frættist at EIK velur somu kós.

  

Fólkið í oynni, sum einaferð varð bulurin undir virksemi bankans, sum hevur hildið teimum uppi í góðum og minni góðum tíðum, hava nú smakkað knívin enn einaferð.

  

Vit kunnu nú staðfesta, at um skamma stund skulu øll peningaviðurskifti í Sandoynni avgreiðast í Havn. Hetta hendir hóast ovmikið er fyri hendurnar hjá teimum fólkum, sum hava starvast í avgreiðslunum hjá peningastovnunum í oynni.

  

Størri miðvísa skipaða niðurlaging av útjaðaranum skal man leita leingi eftir.

 

Vit sum eru kundar hjá hesum peningastovnum kunnu ásanna, at tørvurin á kundaavgreiðslum so sanniliga er til staðar, og vit undrast á manglandi hugflogið hjá peningastovnunum at nøkta kundans tørv. Serliga er tørvurin stórur vegna tess, at talið á eldri borgarum í Sandoynni er lutfalsliga høgt, og kunnleiki teirra til teldutøkni so sum heimagreiðslur, ikki er til staðar.

  

At borgarar í Sandoyar Sýslu noyðast at ferðast heilar dagar til Havnar at avgreiða fíggjarviðurskifti síni, hoyrir ongastaðni heima, og er ein gráin tøkk afturfyri hjálpandi hondina, ið hevur verið rætt peningastovnunum.

  

Sands kommuna harmast um støðuna, og heitir á leiðslunar í EIK og Bank Nordik, um at taka fyrilit fyri landafrøðiligu serstøðuni, ið tey 1300 fólkini í Sandoyar Sýslu eru í.

  

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi