Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Ongin príshækking til Suðuroyar og Sandoyar

2021-04-28 14:50
Samferðslupolitikkur - 

Vit báðir samgongutingmenn, Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum og Brandur Sandoy úr Fólkaflokkinum fegnast um, at Fíggjarnevndin hevur tikið áheitanina frá okkum til eftirtektar, um at príshækkingin á Sandoyarleiðini og Suðuroyarleiðini verða strikaðar, og at eykajáttan uppá 1.2 mió verður veitt SSL.

Hækkingin á 1,2 mió. kr. hevur til endamáls, at SSL strikar príshækkingarnar á suðuroyarleiðini og sandoyarleiðini, sum vórðu fráboðaðar í mars 2021 og innførdar 1. apríl 2021.

Á suðuroyarleiðini er talan um eina príshækking, ið skal geva eina meirinntøku á uml. 800 tús. kr. Á sandoyarleiðini er talan um eina príshækking, ið skal geva eina meirinntøku á uml. 400 tús. kr.

Nevndin grundgevur fyri meirjáttanini, at tað ikki vera rætt at hækka farmagjøldini á hesum leiðum sum nú er.

Kappingarstøðan í suðurøkinum og øðrum útjaðaraøkjum hevur avbjóðingar, og verða farmagjøldini hækkaði nú, so verður tað steinur oman á byrðu.

Tað er avgerandi fyri okkum báðar samgongutingmenn sunnanfjørðs, at útjaðarin ikki verður settur í eina verri kappingarstøðu enn longu nú er galdandi, og tí takka vit allari nevndini fyri at hava víst forstáilsi í hesum máli.

Erhard Joensen og Brandur Sandoy