Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Russisk skip á Runavík

Ongin kunngerð um óljóð frá skipum kemur 1. juli, men ...

2021-06-21 14:38

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, ætlar ikki, eins og áður fráboðað, at seta kunngerð um larm frá skipum í gildi. Uppskot hevur verið í umbúnað í longri tíð og skuldi fáa virknað tann 1. juli. Í staðin vil landsstýrismaðurin lata eitt uppskot, sum ein tvørkommunalur arbeiðsbólkur hevur arbeitt við, standa sína roynd.

Fríggjadagin 11. juni var fundur í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum um óljóð frá skipum, sum liggja við bryggju. Landsstýrismaðurin við embætisfólki, umboð fyri Kommunufelagið, Runavíkar kommunu, Tórshavnar kommunu og felagið Heimafriður luttóku.

Landsstýrismaðurin gjørdi á fundinum greitt, at hann ætlar at bíða við at seta fyrireikaðu kunngerðina um larm frá skipum í gildi. Í staðin vil hann lata kommunurnar royna eitt uppskot í verki, sum ein tvørkommunalur arbeiðsbólkur hevur arbeitt við.

Leggja upp til ISO standard
Í uppskotinum hjá kommunala arbeiðsbólkinum verður lagt upp til, at ein ISO-standardur verður fylgdur, tá ið óljóð verður mátað. Lagt verður upp til, at fólk, sum búgva kring havnaløgini, kunnu fylgja við, tá ið ljóðmátingar verða gjørdar. Ein felags kommunalur listi við skipum, sum liggja oman fyri ávíst markvirði fyri óljóð, verður skipaður. Umhugsað verður at gera hendan listan atkomuligan hjá almenninginum.

Um máting í einari havn vísir ov høgt markvirði hjá ávísum skipi, og tað ikki kann knýta í landstreym, verður tað sett á ‘svartalista’. Hereftir skulu allar havnir í landinum nokta skipinum atgongd, um landstreymur ikki verður settur til skipið. Um ljóðbjálving og ábøtur annars verða gjørdar á skipið, kann tað takast av listanum aftur.

Uppskotið nevnir ikki ítøkilig markvirði fyri óljóð. Hetta verður at áseta eftir royndarskeið, sum sambært uppskotinum skal ganga fram til november 2021.

Viðkomandi kommunur hava enn ikki bundið seg til at fylgja uppskotinum hjá arbeiðsbólkinum. Arbeitt verður nú við hesum. Á fundinum greiddi arbeiðsbólkurin frá, at fundir eisini skulu haldast við feløg, sum umboða russisk reiðarí, Føroya Reiðarafelag v.m., áðrenn uppskotið er endaliga sett í gildi.

Eftirlitið hjá Umhvørvisstovuni nágreinast
Umboðini fyri Heimafrið viðmerktu, at uppskotið hjá kommunanala arbeiðsbólkinum í roynd og veru snýr seg um, hvussu kommunurnar innanhýsis skipa sítt havnavirksemi. Formliga rættarstøðan og rættartrygdin hjá teimum, sum búgva kring havnirnar, ávirkast hvørki ein ella annan vegin av hesum samstarvi. Hervið ikki sagt, at ætlanin ikki kann gerast eitt frambrot – kanska eitt stórt frambrot. Tað kemur tíðin at vísa.

Men um landsstýrismaðurin tekur undir við at royna hesa kósina, so er uppaftur meira umráðandi enn áður at nágreina eftirlitið hjá Umhvørvisstovuni í sambandi við kommunalar fyritøkur og virkir. Heimafriður staðfesti á fundinum, at Umhvørvisstovan hevur skákað sær undan hesi skyldu. Felagið heitti tí á landsstýrismannin um at taka henda trupulleika upp til viðgerðar, soleiðis at ásetingin í §31, stk. 2 í umhvørviskunngerðini verður vird. Ásetingin ljóðar soleiðis: “Umhvørvisstovan hevur eftirlit við fyritøkum, virkjum og útbúnaði, sum kommunustýri eigur í ella rekur.”

Felagið Heimafriður ætlar at biðja UVMR, ið hevur eftirlit við, at Umhvørvisstovan virkar eftir lóggávuni, sum hon skal, um fund um hesi viðurskifti í næstum.

Kommunurnar fáa eina royndartíð
Landsstýrismaðurin hevur áður boðað frá, at málið um óljóð frá skipum verður loyst. Hendan boðskapin endurtók hann á fundinum. Nú skal kommunala uppskotið standa sína roynd. Og um tað ikki riggar, so liggur kunngerðin klár at seta í gildi. Ella, sum tað á fundinum varð lýst við dømi úr griksku søgnunum: Kunngerðin hongur yvir kommunum eins og svørðið yvir Demokles.

Svørð Damoklesar
Damokles var í hovinum hjá Dionysiosi kongi. Ein dagin kundi hann ikki bara sær og segði við kong: “Á sum tygara hátign eru heppin: Vald og ríkiligt av øllum góðum. Kongur bjóðaði Damokles at býta um leiklut.

Damokles tók av tilboðnum og setti seg á trónuna. Men yvir kongastólinum hekk svørð í hári av hestahala.

Her sat so Damokles í hásæti, umgyrdur av tænarum, gulli og skreyti, men heitur um skallan. Nakrir dagar gingu, so bønaði og bað hann um at sleppa av trónuni aftur.

Nú verður áhugavert at síggja, um kommunurnar enda eins og Damokles.

Vegna felagið Heimafrið

Trina Elttør Eysturoy,
forkvinna