Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Ongar piparnøtir settar av til at fáa bíðitíðina niður!

2021-10-18 17:16

Kaj Leo hevur júst svarað fyrispurningi frá Siri Stenberg, at tað eru heili 194 børn í kø til barnapsykiatriina!

Fleiri familjur tala nú at á Facebook, tí hettar er eitt stríð um rættindir til vælferðarsamfelagið. - les meir á adhd.fo.

Tað er altavgerandi fyri familjurnar at fáa hjálp skjótt, tí eigur Kaj Leo at seta øll segl, og fáa listan niður.

Kaj Leo sigur, at 2. milliónir eru settar av til at uppraðfesta psykatri, men hesar milliónirnar hevur hann oyramerkt til psykatriska skaðastovu, tí er veruleikin tíverri tann, at ikki ein króna eykað er raðfest til at fáa køina niður.

Tað er ikki bara pengar til psykiatri ADHD økið innan børns snýr seg um. Tað snýr seg líkaso væl um at útbúgva sernámsfrøðingar, lærarar í serdidaktikki, at endurskoða Sernám og Gigni og allar mannagongdir, skipanir og tilboð innan dagstovnar og skúlar. Eisini skula barnaverndirnar umskúlast til at síggja og duga at lofta ADHD/ADD betri.

Vit koyra so nógvar pengar í øll hesi økini í dag, men tá skipanarfeilir eru og fakligheitin lág, so røkka pengarnir ikki sínum endamáli. Tí síggja vit, at trupuleikarnir skalera í dag, hóast nógv verður gjørt og nógvir pengar brúktir.

Tað krevur eina heildarætlan og at øll trý ráðini: almanna-, heilsu- og mentannaráðið lyfta økið í felag.

Men fyrst og fremst, so er tað Kaj Leo, sum hevur ein fløskuháls at loysa, so børnini kunnu fáa m.a. ADHD heimaráðgeving, endurgoldnar meirútreiðslur, avlasting, lesi- og skrivitøkni og m.a. eisini kunnu luttaka í sjálvhjálparbólki í ADHD felagnum.

Kom nú, vitanin er har, nú manglar raðfestingin!

Forkvinna í ADHD felagnum
Bjørg Dam