Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ongan ognarskatt!

2019-08-20 19:36

Fleiri ferðir undir hesari samgonguni hevur verið tosað um ognarskatt. Hetta skapar ótryggleika, bæði fyri núverandi húsaeigarar, og fyri komandi húsaeigarar. Bæði fyri eldri og fyri yngri borgarar.

Ein týðandi partur av einum samfelag og fíggjarligu viðurskitunum hjá familjuni er, at hava trygg bústaðarvirðurskiftir. Tí eiga politikarar hvørki at skapa ótta fyri ognarskatti á egnan bústað ella tosa um at avtaka rentustuðulin.

Tað hevur alstóran týdning, at ein komandi samgonga ikki setir slíka skipan í verk.

Heldur skal orkan brúkast til at gera nýggjar fortreytir fyri fjølbroyttari bústaðarbygging. Vit hava brúk fyri íbúðum, raðhúsum og lutaíbúðum. Vit hava brúk fyri, at kommunur og vinnulív finna saman, til frama fyri borgaran. Bert við slíkari heimild kann bústaðarneyðin loysast á ein bíligari hátt fyri einstaka borgaran.

Lat okkum sláa fast, at ongin ognarskattur skal ásetast, og vit skulu halda fast við verandi rentustuðli, so familjan framhaldandi fær trygg bústaðarviðurskiftir.

Jógvan Skorheim,
valevni Sjálvstýrsins