Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Øll skulu kenna seg væl til arbeiðis

2021-06-14 13:28

Í dag byrjaði verkfallið hjá pedagogunum. Fyri meg kennist tað serliga tungt at síggja mínar starvsfelagar taka hetta stríðsstigið. Ikki tí at eg ikki skilji pedagogarnar, men júst tí at eg sjálvur veit, hvørjar umstøður pedagogarnir arbeiða undir.

At renna skjótari, enn man megnar. At lata samvitskuna fara framvið, tá arbeiðstrýsið er ov stórt. At ikki geva børnunum sítt besta, tá børnini eru ov nógv og tey vaksnu ov fá.

Hetta býtir seg í halan. Vit hava sjúkrameldingar í hópatali á bæði á dagstovna- og serøkinum.

Úrslitið er, at uppaftur færri fólk eru til arbeiðis, og trýstið á hini starvsfólkini verður tað størri.

“Í morgin skal eg ikki hava ringa samvitsku,” skrivaði ein námsfrøðingur í gjár. Hetta eru rámandi orð, ið lýsa gerandisdegin hjá fleiri námsfrøðingum.

Í síðsta enda ávirkar hetta, hvussu vit eru saman við børnunum. Tey kenna seg ikki hoyrd ella sædd. Fáa tey ikki sett orð á hetta saman við teimum vaksnu, verða fleiri konfliktir, verri trivnaður og minni menning.

Eisini á serøkinum eru avbjóðingar. Verkfallið rakar sera meint her, tí uttan námsfrøðingar standa hesir sárbæru borgarar á berum, og tað er ikki virðiligt fyri nakran.

Loysnin er samansett. Men tað slepst ikki undan, at vit mugu hava fleiri starvsfólk til økið. Fleiri skulu velja námsfrøðisyrkið til. Til hetta krevst ein hægri løn, betri arbeiðsumstøður við fyrireiking og fleiri starvsfelagar at lyfta uppgávurnar saman við.

Tað er ikki nóg mikið at lata kommunurnar sjálvar gera av, hvussu normeringar á dagstovnaøkinum skulu síggja út. Tá tað snýr seg um so grundleggjandi vælferð, noyðast vit sum landsins mynduleikar at hava eitt minsta mark fyri, hvussu nógv starvsfólk skulu vera um hvørt barnið.

Fyri tveimum árum síðan legði Javnaðarflokkurin uppskot fram um minimumsnormerningar á dagstovnunum. Uppskotið varð felt. Nú eru skjótt tvey ár liðin, og enn sæst einki til nakrar minimumsnormeringar.

Tískil er einki annað at gera enn at leggja uppskotið um minimumsnormeringar fram aftur. Vilja vit veruliga koma avbjóðingunum á dagstovnaøkinum til lívs, noyðast allir partar at gera sítt.

Politiska skipanin noyðist at taka í egnan barm og gera sín part, og partarnir á arbeiðsmarknaðinum sín.

Djóni Nolsøe Joensen
Tingmaður fyri Javnaðarflokkin