Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Øll skulu hava bústað - Kommunan skal spýta í

2021-06-10 14:36

Vit hava í alt ov langa tíð tosa um bústaðartrupulleikarnar, eg vil koma við loysn.

Taka vit dømi um, at ein leigubústaður kann byggjast fyri eini tvær milliónir, so liggja fimti íbúðir á á leið hundrað milliónum.

Tórshavnar kommuna spýtir tríati milliónir í eina slíka verkætlan, og koyrir hana í útboð. Stóru byggifyritøkurnar bjóða uppá ætlanina, og felags fyri allar er, at byrjunarkapitalurin er tríati milliónir, sum gongur inn í ætlanina. Treytir verða settar til byggistandardir.

Tá verkætlanin er liðug, fáa fimti fólk/húski íbúðir til leigu til ein sámuligan kostnað, sum skal fara til afturrindan av bankaskuld á sjeyti milliónir, viðlíkahald av ognini og so eitt minni gjald, sum verður sett av til nýggjan kapital, tá farast skal víðari við nýggjum byggjaríum.

Líknandi verkætlanir hava víst, at hesin nýggi kapitalurin so við og við økist, og at luturin/íkastið frá kommununi minkar, um hildið verður fram at byggja.

Tá verkætlanin er liðug, hvílir hon í sær sjálvum, soleiðis at leigugjøld rinda fyri bankafíggingina, innheintingin av leiguni verður lagt til onnur at taka sær av, eitt nú Bústaðir, og ein kommunalur arbeiðsbólkur tekur sær av, hálar í træðrir og fær byggjaríið til veruleika.

Øll kunnu seta seg á lista til slíkar bústaðir. Tíðin hevur víst, at fíggjarliga rásarúmið, til eina og hvørja tíð, ger av hvørji verða búgvandi og hvørji fara víðari til aðrar bústaðarloysnir, eitt nú eigaraíbúðir ella vanlig sethús.

Tey verða eftir, sum vit sum samfelag, á henda hátt tryggja bústaðarliga.

Ikki tí, at almennur bústaðarstuðul er nakað nýtt, - landið hevur, í fleiri áratíggjur rindað aftur part av rentuútreiðslunum hjá vanligum húskjum ella sethúsum, eins og kommunan hevur stykkjað út til lagaligan kostnað, til ein part av fólkinum, so sum tað hevur rokkið.

Nú er tíðin komin til teirra, sum skulu búgva til leigu.

Sosialpolitikkur er sosialpolitikkur, og um Tórshavnar kommuna brúkar eini tríati milliónir, av árligu milliardini, er talan um eina kommuna, sum tekur ábyrgd.

Nakað væl kemur eisini innaftur, sum skattur frá teim, sum verða unt bústað í kommununi.

Í Danmark hava almennar bústaðarloysnir fevnt um eini tjúgu procent av bústaðarmassanum, í longri tíð.

Latið okkum koma í gongd, fáa ferð á og verða tíðarhóskandi, bæði sosial- og bústaðarpolitiskt.

Við fyrivarni fyri, at eitthvørt lógarkommunalt talar ímóti, so er tað til at broyta.

Bergun Kass