Øll hava rætt til tak yvir høvdið

2019-05-23 09:44

Tað er uppgávan hjá tí almenna at tryggja fólki tak yvir høvdið. Tað er ein mannarættur at fólk fáa tak yvir høvdið, og tað stendur í sáttmálanum hjá ST, so tað er uppgávan hjá landinum, ja .” So greið var Elin Hentze í samrøðu í tíðindunum mikukvøldið, tá hon varð spurd, um tað var uppgávan hjá tí almenna, at øll skulu fáa tak yvir høvdið. Eg kann ikki annað enn siga, at eg eri so púra samd við Elini.

Tá ein okkara er í teirri støðu, at peningurin ikki røkkur til leiguna, og eitt lán í bankanum er púra óhugsandi, eigur tað almenna at traðka til. Leigubýlisískoyti merkir, at ein peningalig upphædd verður veitt teimum, ið ikki eiga til leiguna hvønn mánað. Í fleiri áratíggju hava vit havt rentustuðul til tey, ið taka lán at byggja sær hús. Tíðin er komin til at stuðla fjølbroyttari bústaðarmøguleikum, og tað er upplagt at byrja við einum leigubýlisískoyti. Tað er eftir mínum tykki nakað, ið átti at verið ein møguleiki í okkara vælferðarsamfelag. Kritikkurin av ískoytinum er, at peningurin fer beint niður í lummarnar á útleigarunum. Men tað noyðist ikki at vera so. Vit hava møguleika at syrgja fyri við reglugerð, at tað ikki verður so. Ískoytið skal fyrst og fremst vera til tey, ið eru ringast fyri. Tí vit hava skyldu til at rúma øllum, sum vilja búgva í Føroyum. Tak yvir høvdið er ein mannarættur. Eitt heim er eitt stað, har vit eiga at kenna okkum trygg. Tað er útgangsstøðið fyri einum virðiligum lívi, har vit kunnu vaksa sum menniskju. Øll okkara eiga rættin til eitt heim.

Ingilín Didriksen Strøm, valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið