Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Øll hava rætt til góð barnaár

2019-08-30 12:37
Sosial- og almannapolitikkur - 

Blái krossur Føroya hevur í nøkur ár hjálpt børnum og ungum, hvørs foreldur hava rústrupulleikar. Starvsfólkini eru fakfólk, ið arbeiða útfrá hugsjónini, at eingin eigur at vaksa upp við rúsaðum foreldrum! Um børn og ung gera tað, skulu tey hava møguleika fyri at fáa hjálp!

Blái krossur bjóðar ókeypis samrøðubólkar, einstaklingasamtalur og familjusamtalur. Bólkarnir eru ætlaðir børnum og ungum í fólkaskúla - til og við miðnámsaldri. Bólkarnar eru samansettir eftir aldri, og við serkønari hjálp og vegleiðing práta tey saman um sínar upplivingar, kenslur og tankar.

Tá Rúsdrekkalógin varð gjørd frælsari og sølan skipað í einkarsølur var lyftið, at hetta virksemið skuldi fíggja fyribyrgjandi arbeiði. Og hvat er meira neyðugt, enn at stuðla børnum og ungum, ið vaksa upp í heimum við rústrupulleikum.

Danska heilsustýrið hevur mett, at umleið 120.000 børn og ung í Danmark liva í heimum við foreldrum við rúsdrekkatupulleikum. Um vit við fyrivarni draga tølini yvir á føroysk viðurskifti, gevur hetta umleið 1200 børn og ung í Føroyum.

Avleiðingarnar kunnu vera sera álvarsligar. Vit vita frá gransking, at ung, sum koma úr hesum familjum, eru í størri vanda fyri at fáa angist, tunglyndi, etingarólag, hava lægri sjálvvirði og ganga oftari við tankum um ikki at orka lívið. (Kelda: Danska heilsustýrið).

Ofta vísa sálarligu avbjóðingarnar seg seinni í lívinum, sum álvarsligar seinfylgir. Tey hava truplari við at klára vanliga gerandisdagin, útbúgving, arbeiði, ilt við at fáa parlagið at rigga og eru í størri vanda fyri sjálvi at enda úti í rúsmisnýtslu.

Tað góða er, at granskingin vísir eisini, at tað hjálpir at fáa hjálp! Tess fyrr, tess betri.

Um eg verði valdur, vil eg virka fyri størri fígging til virksemi hjá Bláa Krossi Føroya, bæði tá talan er um viðgerð og fyribyrging.

Jaspur Langgaard

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin