Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

ØLL BØRN FRÍKORT TIL FRÍTÍÐARVIRKSEMI Í FØROYUM

2019-08-28 17:02

Børn og ung hava ómetaliga stóra gleði av, at kunna ganga til ymiskt frítíðarvirksemi. Nógvir eru møguleikarnir. At ganga til ítrótt, í musikkskúla, til sjónleik, skótar v.m. Hetta er týðandi partur av trivnaði og menning hjá øllum børnum. Har læra børn okkara mangt – ikki minst at arbeiða saman við øðrum, at ongin av okkum er eins, og at loysa avbjóðingar í felag.

Hetta skapar trivna og samanhald millum okkara børn og ungu – og í okkara samfelag sum heild.

Kostnaðurin av at luttaka í hesum virksemi kann tó vera høgur. T.d. er ikki óvanligt at rinda 2000 kr. fyri hvørt barn, fyri luttøkugjald í eini ítróttargrein ella frálæru í einum ljóðføri. Og fyri flestu børn er galdandi, at tey ganga til nógv ymiskt í frítíðini.

Fyri fleiri kann hetta gerast ein sera dýrur postur. Serliga fyri familjur, sum hava nógv børn, ið ganga til nógv frítíðarvirksemi, og fyri familjur við lágum inntøkum.

Vit eiga, at geva øllum møguleika fyri at luttaka. Hetta kunnu vit gera við, at minka um fíggjarliga kostnaðin hjá barnafamiljum av hesum jaliga virksemi. Samstundis skulu vit tryggja, at ítróttarfeløg, musikkskúli, skótar v. fl. fáa neyðuga peningin fyri hvørt barnið, til at reka virksemið.

Hetta kann loysast við, at land og kommunur í felag gjørdust samdar um eina skipan, ið tryggjar, at øll børn í Føroyum fáa fríkort til luttøku í frítíðarvirksemi upp til ávísa upphædd.

Hetta hevði komið nógvum børnum og barnafamiljum – og harvið okkara samfelag – til góðar.

Vóni at fáa títt álit á løgtingsvalinum leygardagin, so vit kunnu fremja eisini hetta í verki.

Kristina Háfoss

Landsstýriskvinna og valevni fyri Tjóðveldi