Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Ólavsøkan: Bongijump, fløskuinnsavnan og glitrandi armband!

2019-08-02 08:26

- Ólavsøkan var ein tann besta, men kundi hon verið betri?

Ja! - Eg hevði vilja broytt 3 ting, øll ting kommunan varðir av.

1: TIVOLI umfatað av armbandi, hevði 8 aktivitetir, ið royndi at spenna seg til børn í øllum aldrum - og í realitetinum vóru tað bert eini 4 ting fyri tey smáu og eini 4 til tey stóru. Bert tey mitt ímillum uml. 7-10 ár høvdu stødd og aldur til flestu aktivitetir.

Tað var minimum 1 tíma kø við trampolinirnar, og so at siga bert kø til tær. Tí skuldi tað verið 5 ferðirnar so nógvar trampolinir! Børn í øllum aldrum elska trampolinir!

Einki nýtt, einki stórt ei heldur einki spennadi var, undantikið at nú kundi keypast gullband til allar dagar. Men børnini tímdu, sum sagt allar best trampolinirnar, og har var køin upp í 2 tímar! og køin var allatíð! - Alt sum er gylt er ikki gull!

Einaferð leyp eg bongijump á Ólavsøku, einaferð varð eitt risa parisarhjól, einaferð varð okkurt skeg við nógvum farti á, sum fekk hjarta at leypa eitt slag um! Hetta bar til fyrr!! Eisini stuttlig simpul ting hava áður verið, sum at kasta bóltar og ein klovnur dettur niður! - eingin vinningur- einki skrambul at taka við heim at koyra í skrell!

Í ár var einki undirhald og sera sera sera vánaligur matur. Gamlan gummiturran toast og køld poppkorn! - HVAR vóru poppkornini hjá KFUM???

- Vit eiga absolutt at arbeiða við hugskotinum at broyta konseptið og møguliga flyta ella uppdeila økið, eisini skula vinningarnir broytast, tí kommunan eigur at ganga fremst tá talan er um góðsku, umhvørvið og livitíð á leikum.

2: HVAR ER FLØSKUINNSAVNINGIN.
Fyri nøkrum árum síðandi kom ein fantastisk fløskuinnsavnan, sum størru børnini gleddu seg mest til! - sera uppdragandi, jaligt og gott átak, sum nú heldur ikki er raðfest! Nú liggja fløskur og dósir og rekast allastaðir! Fløskubrot, ið annars ikki vóru at síggja, mynda aftur býin.

3: BUSSLEIÐIN skuldi sjálvandi koyrt einaferð um tíman alt samdøgrið. Kommunan er blivin so stór, at tað er sera langt at ganga úr býnum. Hýrivognsvinnan megnar als ikki at nøkta tørvin, tí muga bussarnir koyra alt samdøgrið.

Sum eg byrjaði við, so var hettar ein sera góð ólavsøka. Sera sera nógv góð fólk hava halgað sína tíð og orku uppá ólavøkuna, og tað sæst eisini. Takk fyri tað! Men eg ynski, at hesi tingini kunnu blíva enn betri. Persónliga hæddarpunktið varð, tá eg varð so heppin at ganga mín fyrstu skrúðgongu sum býráðslimur og sjálvt um tað var sunnudagur, ja so koyrdi bussurin! :)

Myndina við Tinghúsið er lænt frá Ólavur Frederiksen