Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Øktur botnfrádráttur betri enn skattalætti

2022-07-27 12:20

Sá at fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin eftirlýsir skattalætta fyri at bøta um keypiorkuna hjá fíggjarliga sperdum føroyingum.

Tíverri nevnir hann einki um, hvussu skattalættin ítøkiliga skal fremjast, men nevnir tó at hetta eigur at gerast fyri bæði land og kommunur.

Kann ímynda mær, at Jørgen Niclasen serliga hugsar um toppskattalætta.

Tað er tó neyvan rætta átakið júst nú. Í tíðum við ógvusligum prísvøkstri er tað vandamikið bara at gjara út, tí fleiri pengar trýsta bara prísirnar enn meiri. Heldur eiga pengar at latast meiri miðvíst teimum, ið hava stórar fíggjarligar trupulleikar.

Ein háttur at gera hetta er við at veita ein øktan botnfrádrátt. Í dag gevur landið ein botnfrádrátt á 65.000 krónur, meðan kommunurnar einans hava ein botnfrádrátt á 30.000 krónur. Hetta eru upphæddirnar fólk kunnu tjena, áðrenn tey byrja at gjalda skatt.

Upp á longri sikt kann man spyrja seg sjálvan, hví tað skal vera so stórur munur á lands- og kommunala botnfrádráttinum. Upp á stutt sikt hevði tað hinvegin verið møguligt at hækkað botnfrádráttin.

Best var um bæði land og kommunur tóku tøk saman.

Men ein hækking av botnfrádráttinum hjá landinum nøkur ár fram hevði eisini verið eitt gott átak.

Kommunurnar hava sera ymiskt skattatrýst

Tað vildi verið ynskiligt at lækkað samlaða skattatrýstið nakað, men ein nógv størri trupulleiki er, at borgarar kring landið hava so ymiskar treytir. Alt eftir, hvar í landinum tú býrt, skalt tú rinda 16% ella 22% - ella okkurt har ímillum - í kommunuskatti.

Kommunuskatturin er harumframt flatur, so eisini tey lægst løntu skulu í summum førum rinda fleiri prosent meiri í skatti, um tey búgva í eini fíggjarliga sperdari kommunu. Hetta er nakað, vit áttu at hugt nærri eftir.

Um vit taka eina familju, ið tjenar hálva millión krónur tilsamans, so skal hon gjalda 30.000 kr. meiri, um hon býr í dýrastu kommununi enn í fátækastu kommununi. Hetta eru sera nógvir pengar fyri eina familju, ið skal betala fyri hús, bil, børn og alt annað.

Tað hevði verið vert at hugt eftir um kommunuskattatrýstið ikki eigur at vera javnari kring landið, soleiðis at tað ikki eru alt ov stórur munur á korunum hjá familjum kring landið.

Progressivur skattur í kommununum

Man kann enntá hugsa sær, at vit upp á longri sikt broyttu kommunuskattin munandi, soleiðis at hann kemur at líkjast landsskattinum meiri. Hví skulu vit hava flatskatt í kommununum, tá vit hava progressivan landsskatt?

Veit væl, at Jørgen Niclasen er ideologiskur fortalari fyri flatskatti sum heild.

Men er ynskið at stuðla fíggjarliga sperdum barnafamiljum, er frægari við progressivum skatti - eisini kommunuskatti.

Hetta er í hvussu er nakað, vit eiga at umhugsa upp á longri sikt.

Upp á stutt sikt mugu vit tryggja keypiorkuna hjá sperdum føroyskum familjum.

Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin