Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

ØKT NORMERING TIL DAGSTOVNAØKIÐ ER ALNEYÐUG

2020-10-18 12:46

Hetta hevur verið ført fram aftur og aftur, og eigur at verða endurtikið og borið fram áhaldandi, inntil vit uppfylla krøvini um optimeraða normering á dagstovnaøkinum.

Tað hevur verið almenn vitan leingi, at forsvarlig normering er, at í minsta lagi skal 1 starvsfólk vera tøkt til 3 børn, frá 0-2 ár, og 1 starvsfólk skal vera tøkt til 6 børn, ímillum 3-6 ár, væl at merkja allan dagin, ella frá kl. 8-16.00. Hesi tøl liva nógvir dagstovnar í Havn og kring landi als ikki upp til.Hetta slítur starvsfólki óeyðugt, umframt at børn ikki fáa ta dygdargóðu ansing og menning, sum eigur at vera til teirra.

At lata eyguni aftur fyri hesum normeringstørvi er eitt álvarsamt mistak og kann venda aftur ”í gráum kálvskinni”, t.v.s. at børn kunnu fáa varandi mein av, at ikki nokk vaksin eru um tey. Ein av fremstu menningarsálarfrøðingunum Dion Sommer sigur longu í 2009 soleiðis, um fylgjurnar av væntandi normeringum:

Forskningen peger på, at børn fungerer dårligere motorisk, sprogligt og socialt. Men forældre har brug for institutionerne og har svært ved at se i øjnene, at de skader deres børn”

Ein av fyrstu uppgávunum eitt nývalt býráð í Tórshavnar kommunu aftaná 10.11.2020, eigur at taka sær av er, at fáa normering á dagstovnaøkinum í rættlag, børnum, námsfrøðiliga starvsfólkahópinum, foreldrum og samfelagnum at frama.

Súsanna Olsen, Framsókn.