Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

OKKARA STØRSTA SKYLDA

2019-08-30 22:46

Eitt gamalt orðatak sigur: “Tað svíður at hjarta, ið undir hjartanum hevur ligið”. Og soleiðis er tað.

Øll vit, sum eiga børn, stúra mangan og spyrja, hvat skal verða av teimum. Men tá ið tey eru fullfør, so vita vit, at allir møguleikar liggja opnir fyri teimum, og at tey nokk skulu fara at klára seg.

Men tá ið vit so hugsa um hetta: at eiga eitt barn, sum ikki er ment at klára seg sjálvt, so er tað so ómetaliga eymt – hesin tankin: hvat skal verða av barninum, tá ið tað veksur til, og eg ikki longur fái hjálpt tí. Eg trúgvi, at tað er trupult hjá teimum, sum ikki hava upplivað hesa støðuna, at seta seg inn í hana.

Tað er ógvuliga týdningarmikið, at vit í tí politisku skipanini ikki gloyma tey, sum ikki eru ment at klára seg sjálv í samfelagnum – tey menningartarnaðu, tey rørslutarnaðu og onnur, sum bera brek.

Her hava vit sum politikarar okkara størstu skyldu: at taka okkum av okkara veikastu borgarum og hjálpa foreldrum og familjum, sum ofta sita so einsamøll við trupulleikunum.

Eg fegnist um, at mangt er broytt til tað betra tey mongu ár, eg havi verið í politikki. Men vit eru langt frá komin á mál.

Vit mugu seta okkum fyri, at f ólk við skerdum førleikum fáa eins góðar umstøður og møguleikar sum onnur. Tey mugu hava møguleikar at fáa útbúgving og arbeiði og eisini at fáa eina íbúð at búgva í.

Vit í Fólkaflokkinum hava m.a. sett í okkara valskrá, at ferð skal setast á bústaðarbygging til fólk við serligum tørvi. Vit vilja eisini virka miðvíst fyri at bøta um arbeiðs- og inntøkumøguleikar hjá borgarum við skerdum førleika. Og eisini vilja vit arbeiða fyri, at almennir stovnar skulu seta starvsfólk við skerdum førleika.

Jógvan á Lakjuni