Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Okkara sak liggur best hjá okkum.

2015-06-16 18:48
Góðu áhoyrarar!
Eg eiti Bjørg Dam, og eg stilli upp fyri Javnaðarflokkin.
Av okkum fimm, sum her luttaka í tiltakinum hjá Demokratia á Speakers Corner í dag (14.juni 2015), eri eg tann einasta nýggja innan landspolitikk.
Her komi eg, sjómanskona við einum smábarni í barnavogni, einum 7 ára gomlum dreingi og einari 8 ára gamlari gentu.
Eg og aðrar smábarnamammur eru so at siga ikki umboðaðar í føroyskum politikki. Vit velja av onkrari orsøk at halda okkum frá politikki, og tí verða okkara sjónarmið ikki umboðað, har okkara dagligu karmar verða avgjørdir.
Tað er meir enn sera óheppið, tí vit eru ein stórur bólkur, sum spennir heilt frá undir tjúgu árum til nøkur og fjøruti. Hetta er somuleiðis tann bólkurin av kvinnum, sum hevur ringast við at støðast í Føroyum. Av tí, at vit eru so illa umboðaðar á tingi, verður samfelagið eisini myndað hareftir.

Tí eru tað trý ting vit skulu! Vit skulu hava meira av kvinnuligum politikki, fleiri kvinnur í politikk og fleiri kvinnur inn á ting og fólkating.
Í dag halda nógvar kvinnur seg aftur úr almenna kjakinum, tí tær halda seg ikki duga at kjakast. Men sjálvandi duga vit ikki at kjakast í tí almenna kjakinum, sum vit hoyra í gerandisdegnum, tí tað er mannfólkakjak!
Søguliga hava menn verið teir, ið hava kjakast og hava skapt kjakmentanina og politisku mentanina, og tí er kjakið maskulint. Men vit eru kvinnur, og vit skulu ikki kjakast, sum menn. Vit skulu kjakast sum kvinnur!
Vit mugu og skulu skapa eina kvinnuliga kjakmentan og ein kvinnuligan politikk. Maskulini politiski heimurin er sjálvandi ikki skeivur, men hann er ikki natúrligur fyri okkum. Vit skulu í staðin skapa grundarlag fyri okkara egnu kjakmentan, taka størri lut í almenna orðaskiftinum og taka upp evni, ið eru viðkomandi fyri okkum. Einans á henda hátt verða vit við til at mynda og menna samfelagið, so at tað gerst betri fyri okkum kvinnur at støðast her.
Við økta kvinnuliga kjakinum fara enn fleiri kvinnur at luttaka, tí tað verður viðkomandi, og soleiðis verður ein positiv ringrás skapt, tí fleiri fara at halda seg framat og vónandi eisini stilla upp í politikki. Soleiðis verða vit umboðaðar, soleiðis fáa vit ávirkan á okkara gerandisdag og skipanir - og soleiðis verður Føroyar eitt betri land fyri kvinnur og smábarnamammur.
So hví velji eg at stilla upp nú?
Fyri góðum trimum árum síðani fleyt bikarið yvir. Førdi landspolitikkurin fekk meg upp úr sofuni, og eg meldaði meg í Javnaðarflokkin og bjóðaði meg fram sum valevnið til býráðsvalið. Eg siti nú sum annað varaumboð í býráðnum, og havi veruliga fingið blóð á tonnina. Tí stilli eg bæði upp til fólkatingsvalið og løgtingsvalið.
Tað er bæði tann førdi a-sosiali politikkurin og tann mannsdomineraði politikkurin, sum hevur fingið meg úr sofuni. Eg kenni meg ofta ikki aftur í tí, sum fer fram í politikki. Og eg kenni, at míni kvinnuligu og mammuligu sjónarmið eru undirumboðað. Tí hevði eg veruliga ynskt, at tað vóru fleiri við mær, sum lupu útí tað og bjóðaðu seg fram.
Tað snýr seg um at fáa okkara sjónarmið umboðað í politikki. Tí mugu vit vera fleiri og úr øllum flokkum. Okkara sak liggur nú einaferð best hjá okkum, sum eru í somu støðu.
Nú styttist til fólkatingsvalið, og tit, góðu áhoyrarar, hugsa helst, hví tit skulu velja meg og Javnaðarflokkin.
Veljið meg, tí eg umboði kvinnurnar - og serliga mammurnar - í Føroyum.
Veljið Javnaðarflokkin, tí so fært tú úrslit.